Tað skulu vera nógv færri kommunur í Føroyum.
Tað eru borgarstjórarnir, sum vóru á veljarafundinum, SMS í Havn skipaði fyri í kvøld, yvirhøvur samdir um.
Tilsamans sótu fimm borgarstjórar við pallborðið og fýra av teimum vóru samdir um, at tað einasta rætta er at Føroyar verða skipaðar í sjey til níggju kommunur.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, er sannførdur um, at smærri kommunurnar eru av álvara farnar at síggja fyrimunin í at leggja saman við eini størri kommunu.
Men hann leggur dent á, at tað hevur týdningarmikið at samanleggingin tekur tað tíð, tað tekur at fáa fólkið við, tí er fólkið ikki við, fer samanleggingin ikki at eydnast.
Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sundalagnum, er samdur og hann heldur, at samanleggingin í Sundalagnum hevur verið ógvuliga gagnlig.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, heldur eisini, at samanleggingin hevur verið gagnlig, og ikki minst hevur tað ment tær smærru bygdirnar.
Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Vága Kommunu, heldur avgjørt, at øll Vágoy eigur at vera ein kommuna.
Hon var upprunaliga ímóti kommunusamanlegging, men heilt skjótt eftir at hon varð vald til borgarstjóri í Sandavágs Kommunu, ásannaði hon, at tað var neyðugt at kommunurnar loystu uppgávurnar í felag, tí hvør sær vóru tær alt ov veikar fyrisitingarligar. Tað endaði so við, at Sandavágur og Miðvágur løgdu saman.
- Síðani vit løgdu saman, hava vit fingið eina nógv sterkari fyrisiting, og tað heldur hon eisini, at borgararnir hava uppiborið.
Tann einasti, sum ikki hevði nakra avgjørda støðu til tað, var Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu.
Hann heldur, at talið á kommunum er ikki avgerandi. Men hann heldur samstundis, at tað er fólkið, sum skal avgera, hvussu nógvar kommunur skulu vera, um tað skulu vera fimm, níggju, 15, ella 29, sum tað vera á nýggjárinum.
Og higartil hevur fólkið ikki viljað lagt saman, men broytist tað, eru tey í Eysturkommunu til reiðar at tosast um tað.
- At tvinga nakran at leggja saman, ger størri skaða enn gagn.
Hinvegin heldur hann, at samanleggingin ímillum Gøtu og Leirvík hevur verið heppin fyri alt økið.










