í gjár, at løgreglan í Møre og Romsdal fekk boð um, at ferðamannaskipið á veg úr Tromsø til Stavanger hevði fingið motortrupulleikar uttan fyri Hustadvika. Síðani hava tyrlur verið í ferð við at flyta burtur [...] er dramatisk. Vit eru fyrireikað uppá at taka ímóti øllum fólkunum umborð. Vit leggja ætlanir um, hvussu vit skulu greiða støðuna frameftir, tá tað sær út til at gerast eitt longri átak, sigur hann við [...] til Bergens Tidende. Í 30 minuttir rak skipið móti landi, eftir at motorarnir steðgaðu, og manningin stríddis fyri at fáa tey tvey akkerini at taka botn. /ritzau/
innan at bróta sjálvstøðuna hjá stýrinum og at brúka stýrið sum jarnbrot fyri at fáa undirtøku. Vit vístu á, at í juli høvdu vit skrivað hoyringsskriv, har vit ikki tóku undir við ætlanini at byggjast [...] er ikki sømiligt. Málsgongdin tóktist vísa, at tað hevði størri áhuga at finna eina semju um annað, enn at geva Bústøðum møguleikan at halda fram at leggja ætlanir til rættis saman við byggifyritøkum [...] boðsent at skriva undir eitt skjal. Eitt Letter of Intend. Ynskið var, at stjórin ikki kom við. Eg gjørdi greitt, at stjórin var skrivari hjá stýrinum, so sjálvandi kom hann við. Eg bað um at fáa skrivið
38 bátsmanningar at kappast í FM-róðri á sundalagsstevnu, sum í ár verður í Kollafirði. Hartil taka 15 manningar lut í teimum báðum barnaróðrunum. Startrøðin verður ásett eftir, hvussu bátarnir stóðu seg [...] seg á norðoyastevnu seinasta leygardag, og niðanfyri sæst, hvussu starturin skal skipast í einstøku róðrunum. Barnaróður, dreingir 6 Blikur 7 Ørnin 8 Tekla 9 Havfrúgvin 10 Jallurin 11 Ternan Barnaróður
2008 valdi Henrik Old at gevast í politikki og stillaði ikki uppaftur. Men hann broytti hugsan og stillaði uppaftur í 2011 og varð valdur. Tingfólkini eru bólkað eftir, hvussu leingi tey hava sitið [...] 38 politikarar ætla sær at halda fram sum politikarar á valinum í morgin. Tilsamans fingu tey 18.395 atkvøður, tey hava sitið á Føroya Løgtingi í tilsamans 401 ár, og nøkur teirra hava sitið í landsstýrinum [...] seinast, stilla ikki uppaftur hesaferð. Tí skulu fimm nýggj fólk veljast fyri tey. Vit vita av royndum, at nøkur av teimum valdu ikki verða afturvald, tí verður ein lutvís stór útskifting á tingi í morgin.
4.august - varð staðfest, at aktiv smitta var í føroyska samfelagnum, varð mett, at talan var um tríggjar ymsar smittuketur. – Eftir drúgva smittusporing er tað sannlíkt, at talan í roynd og veru er um [...] sjúkrahúsunum í gjár. Tað sigur Landslæknin, og Heilsumálaráðið ásannar, at støðan nú er sera álvarsom. – Tað er mest sannlíkt, at enn fleiri tilburðir verða staðfestir, sigur Heilsumálaráðið. 4. august [...] , og í dag er talið av smittaðum 38. Tað verður mett, at tá ið hesin dagurin er av, verða í alt góð 400 fólk sett í sóttarhald. Føroyar eru við at seta eitt keðiligt met Smittan breiðir seg skjótari enn
kunnu søkja um at fáa kvotur frá Fiskimálaráðnum til nýggjar verkætlanir. Ávísar ásetingar eru í lógini um, hvør kann fáa menningarkvotur, men ætlanin er at hesar skulu menna nýggjar vørur at útflyta og skapa [...] umsóknini, hvussu menningarætlanin kann skapa virðisøking, virksemi, arbeiðspláss, førleikamenning og inntøkur í einum ávísum øki ella fleiri økjum. Rógvi Reinert sigur við Kringvarpið, at landsstýrismaðurin [...] maðurin í næstum fer at útnevna trý fólk at meta um umsóknirnar. Tøka nøgdin til menningarkvotur er 41.912 tons av svartkjafti, 8.749 tons av makreli og 7.510 tons av norðhavssild. Menningarkvoturnar kunnu
spennandi kapping, tí frá Fimleikasambandinum verður sagt, at tá fyrra steypakappingin var síðst í januar mánaði, sást stór framgongd á liðunum, umframt at kappingin var sera jvn í øllum bólkum. Tilsamans eru [...] Talan verður um ikki færri enn 23 lið og 381 fimleikarar, sum fara at kappast á Kambsdali, har Flog er vertur, men við góðari hjálp frá øðrum og royndum fólkum. Feløgini, sum eru við í kappingini, eru [...] og gentur. Tað verða 11 dómarar, sum út frá trimum ymsum førleikastigum skulu taka dagar ímillum, hvussu liðini standa seg, og enntá hava tveir av dómarunum, Elna Johannesen og Beinta Danielsen, í ár tikið
Orsøkin til at Anna Svanhilda tók hetta stigið var, at hon frá optikara júst hevði fingið at vita, at sonur hennara var 50% blindur. - Eg fekk illgruna um, at okkurt var galið, eftir at eg og sonurin [...] skúlastýrið á skúlanum á Ziskatrøð, Ella Heinesen, á, at hon beint eftir nýggjár fekk at vita frá leiðaranum á heilsufrøðiskipanini, Bjartu Vilhelm, at søkt fór at verða eftir nýggjum heilsufrøðingi til skúlan [...] onga slíka tænastu at hava. Sum Ella skilur eru sparingar eisini partur av orsøkini til støðuna. Hon heldur tað tó vera trupult at skilja, hvør sparing skal verða í at lata vera við at kanna heilsuna hjá
mínum eygum sær tað út til, at henda støðan er komin í av sparingum. Eg haldi ikki, at tað kann vera rætt, at tílíkar sparingar skulu raka 387 næmingar. Loyvi mær at ivast í, hvussu nógv sparing er í hesum [...] Hetta eigur at verða gjørt, so at tørvir ella brek kunnu staðfestast tíðliga, til tess at barnið kann fáa serkøna hjálp. Tá ið heilsufrøðingur var á skúlanum, nýttu næmingarnir eisini ofta høvið at tosa við [...] har hon lovaði, at lýst skuldi blíva eftir heilsufrøðingi fyrst í februar, men ongin lýsing hevur verið at sæð enn. Tá eg spurdi aftur á Heilsufrøðiskipanini nú í mars, fekk eg at vita, at málið lá á "trappuni"
avmarkandi, at tað er ikki óvanligt, at føroyskar kvinnur fara til Danmarkar at fáa fosturtøku og tí er tað ongin, sum veruliga veit, hvussu høgt talið í Føroyum er. Tey vísa á, at fyri at serligar orsøkir [...] skulu til fyri at fáa fosturtøku í Føroyum og tí rópa kvinnur seg upp á ymsar sálarligar ella sosialar trupulleikar fyri at fáa læknan at góðtaka, at fostrið kann takast. Tað merkir so eisini, at tað verður [...] eisini staðfestast, at tað eru mong í Løgtinginum, sum ikki eru so vís í, at almennu tølini vísa eina rættvísa mynd av, hvussu fosturtøkur í veruleikanum eru í Føroyum. Tey vísa á, at fosturtøkulógin er