Ella Heinesen,
Formaður í skúlastýrinum á Ziskatrøð
Ongin heilsufrøðingur hevur verið við skúlan á Ziskatrøð í Klaksvík alt hetta skúlaárið. Hetta er ein stórur trupulleiki fyri allan skúlan, tí næmingarnir fáa ikki kannað sjón, hoyrn og heilsuna sum heild - nakað, ið má gerast, um trivnaðurin skal verða góður. 1. flokks næmingarnir eru tískil ikki kannaðir ta vanligu 1. flokks kanningina, har vanliga meir verður gjørt burturúr. Hetta eigur at verða gjørt, so at tørvir ella brek kunnu staðfestast tíðliga, til tess at barnið kann fáa serkøna hjálp.
Tá ið heilsufrøðingur var á skúlanum, nýttu næmingarnir eisini ofta høvið at tosa við hana, um teir høvdu onkrar trupulleikar at dragast við ella spurningar, teir ivaðust í.
Hetta mugu næmingarnir við skúlan á Ziskatrøð so vera fyri uttan, møguliga alt hetta skúlaárið.
Foreldur at børnum í 1. flokki sendu skriv til Mentamálaráðið, att.: Mary í Garði 28.11.05 um henda stóra trupulleika. Skúlastýrið á Ziskatrøð fekk eisini eitt eintak av brævinum. Sum formaður í skúlastýrinum setti eg meg í samband við leiðaran á heilsufrøðiskipanini eftir nýggjár, har hon lovaði, at lýst skuldi blíva eftir heilsufrøðingi fyrst í februar, men ongin lýsing hevur verið at sæð enn. Tá eg spurdi aftur á Heilsufrøðiskipanini nú í mars, fekk eg at vita, at málið lá á "trappuni", so gott hevði verið at vitað, hvussu leingi tað skal liggja har.
Vit vita væl, at tørvur er á útbúnum heilsufrøðingum, men vit hava havt útbúnan sjúkrarøktarfrøðing, sum hevur klárað hesa uppgávu sera væl. Tá tað kemur til børn í skúlaaldri, megnar ein sjúkrarøktarfrøðingur væl at røkja eitt tílíkt starv. Trupulleikin hjá okkum er, at ongin heilsufrøðingur bleiv settur í starv, tá heilsufrøðingurin, sum var, fór í barnsburðarfarloyvi. Hon hevur arbeitt nógv upp saman við starvsfelaga sínum, sum er útbúgvin heilsufrøðingur og arbeiðir við hin skúlan í býnum.
Í mínum eygum sær tað út til, at henda støðan er komin í av sparingum. Eg haldi ikki, at tað kann vera rætt, at tílíkar sparingar skulu raka 387 næmingar. Loyvi mær at ivast í, hvussu nógv sparing er í hesum.