378 búðstaðir og 155 í gerð

Ótespiligir leikir hand­an politisku leik­tjøld­ini endaðu eina spennandi av­bjóð­ing at byggja leigu­íbúðir og fjøl­tátta bú­stað­a­markn­aðin

Eitt skeið í bústaðapolitikki er runn­ið. Sjálvur havi eg saman við góðum fólki verið ein partur í hesum pro­sjekti, sum hevur havt sum mál at byggja leiguíbúðir og fjøltátta bú­stað­amarknaðin. Skeiðið er runn­ið arbeiðaradagin 1. mai, tí tá tek­ur eitt nýtt stýri fyri Bústaðir við, og eftir lógarbroytingini loysir vinnu­pol­i­tikkur bústaðapolitikkin av.

Eftir broyttu lógini fekk lands­stýr­is­kvinnan í bústaðamálum heim­ild at velja nýtt stýrið, og síð­ani hevur hon valt annan lim í stað­in fyi meg. Eg eri ikki firtin, tí eg hugsaði sjálvur um at siga meg úr stýrinum, tá eg fór um eft­ir­lønaraldur, men valdi eftir á­heit­anir at bíða, til skeiðið var runnið næsta ár.

Hinvegin eri eg harmur um tann óvirðiliga mátan, sum Al­mann­a­ráðið sýndi. Framferðin er re­spektleys. Eg fekk eingi form­lig boð, fyrr enn nýtt stýrið hevði skip­að seg. Tá var ein lotur aðal­stjóri í tele­fonini.

Eg dvøji tó ikki við hendingina, tí tað er so nógv hugaligari at fegn­ast um avrikini hjá Bústøðum. Í míni tíð sum formaður er tað eydn­ast at fáa í lag eina skipaða leigu­í­­búð­a­bygging fyri fyrstuferð. Og av­riks­listin er hesin: 

31 verkætlanir

378 leigumál

155 íbúðir í gerð

Harafturat eru oman fyri íbúðir 100 í um­búna. Tann mest spennandi verk­ætlanin er við Dalavegin, har um 40 íbúðir skulu byggjast sum tún­býlingur. Grannarnir fegnast, tí teir sleppa undan einum blokki.

Verkætlanirnar høvdu ikki verið framd­ar uttan hugsjónina um, at øll í Før­oy­um skulu hava ein virðiligan bú­stað. 

##med2##

Sambandið hoknar 

“Tað er mangur leikur eru í longum talvi”. Summir skitnir. Tað síggja vit í máli­num at geva Bústøðum virk­is­møg­uleikar. 

Tá hetta landsstýrið tók við, lá eitt upp­skot um at veita Bústøðum eina fígg­ing­arheimild. Undan vali­num í 2019 segði formaðurin í fíggj­ar­nevndini, at tað skuldi bara “koyr­ast ígjøgnum”. Men fimm mánaðir seinri var “støðan ein onnur” segði sami maður - Bárður á Steig Ni­el­sen, løgmaður.

Men støðan var ikki ein onnur. Hvørki hjá teimum, sum bíða eft­ir eini íbúð, ella hjá Bústøðum. Pol­it­iska støðan var afturímóti ein onnur, og hon taldi meira enn setn­ing­ur­in hjá Bústøðum at fáa fleiri  før­oy­ingum tak yvir høvdið. Tá tað er sagt, vita tey flestu, at politiska lands­lagið var broytt. 

Síðani hevur tilgongdin verið ein glant­r­ileikur. Men løgið er, at hvørki politikkarar, miðlar ella mein­ings­smiðir hava umrøtt grund­leggj­andi spurningar sum:

• Skulu vit fjøltátta bú­stað­a­markn­aðin við lutfalsliga bíligum leigu- og lutaíbúðum, so fleiri fáa ein virð­i­ligan bústað á non-profit stigi?

• Ella skal vinningur, av­kast, vera grundleggjandi í bú­stað­a­­pol­­­i­tikki, og hvørjar avleiðingar fær tað?

Bústaðir hava bygt sítt virk­semi á hug­takið non-profit, eins og al­mann­a­bú­stað­afeløg í Norð­ur­lond­u­m, men hetta hugtakið tykist at fara í dvala.

 

Miðvís ætlan 

Nýggja landsstýriskvinnan í bú­stað­a­málum, Elsebeth Mercedis Gunn­leygs­dóttir, avdúkaði hvørki vi­sjón­ir ella ætlanir, tá Bú­stað­ir kunn­aðu hana um virk­semi síni, og grundgóvu fyri eini fígg­ing­ar­heim­ild. Hon boð­aði aft­ur­í­m­óti fleiri ferð­ir frá, at hon mátti ráð­føra seg við floksformannin, tá hon varð spurd um orðingar í sam­gong­u­skjal­i­num. 

Úrslitið varð ein arbeiðsbólkur. Ar­beiðið hjá “skjóttarbeiðandi ar­beiðs­bólkinum” fer neyvan í bú­stað­a­pol­itisku søguna sum ein varði. Um­framt arbeiðssetningin hjá Al­mann­a­málaráðnum, kom eitt eyka punkt aftaná - at javn­seta al­ment og privat. Og so fekk ar­beiðs­bólkurin, sum var mannaður við yv­ir­skipaðum áhugafeløgum, ein nýggj­an lim – tann privata út­leig­ar­an Mark. Mark hevði bygt leig­u­íbúðir - alla æru vert – og helt, at teir fyrimunir, Bústaðir høvdu, av­lag­aðu eina møguliga kapping.

Frágreiðingin bendir á, at tað eydnaðist ikki formanninum í bólkinum, sum nú skal stýra Bústøðum, at samansjóða ymisku sjónarmiðini, sum tíðindafundurin í Almannamálaránum í mars í 2020 var eitt pínligt dømi um. Nú er hann, sum vildi niðurkapitalisera Bústaðir, valdur í stýrið, hóast hann er fulltrúi í sama aðalráði. Hvussu er við gegnisspurninginum? Var hetta ein miðvís ætlan frá byrjan? Og so er spurningurin, um leiðslan í Almannaráðnum mælti frá at velja hann í stýrið? Landsstýriskvinnan mól sum hundur m heitan greyt, tá hon fekk spurningin í Degi og Viku. Í øllum føri noktaði hon ikki fyri, at hon hevði fingið eitt frámæli. 

 

Nyttuleys togtogan 

Einki týðandi úr frágreiðingini hjá arbeiðsbólkinum sást aftur í lóg­ar­u­pp­skotinum, sum kom til hoyr­ingar í juni 2020. Heldur ikki upp­skotið at niðurkapitalisera Bú­staðir 350 mió.kr. og gjalda land­s­kass­anum peningin. 

Togtoganin á 10-15 fundum var burt­urspilt orka og tíð. Men eftir lóg­ar­uppskotinum skuldu nú priv­atir íleggjarar vera við í bygg­i­ætlanum í økjum, har grundarlag var fyri kapping - í Havnini, við Skál­a­fjørðin og í Klaksvík. Bú­stað­ir mæltu í hoyringsskrivi frá, at henda ásetingin skuldi vera eitt krav, eins og kommunur og nakr­ir samgongulimir. Bústaðir vildu sjálvir avgera, nær og hvar í­leggjarar skuldu vera við.

Kortini var henda sama ætlanin í lóg­ar­uppskotinum, tá tað kom í tin­g­ið í desember 2020. Bústaðir mæltu aftur frá í hoyringsskriv. Í jól­a­mánaðinum var friður, so “bú­staðapakkin” bíðaði. Men framm­an­u­ndan var ein ótespilig tilgongd farin fram.

 

Brot á armslongd og jarnbrot tikið fram 

Síðst í oktober varð stýrið boðsent at skriva undir eitt skjal. Eitt Letter of Intend. Ynskið var, at stjórin ikki kom við. Eg gjørdi greitt, at stjór­in var skrivari hjá stýrinum, so sjálvandi kom hann við. Eg bað um at fáa skrivið undan fundinum. Tað kom seinrapart fríggjadag, so stund­ir vóru ikki at viðgera tað und­an fundinum mánamorgun. 

Hóast Elsebeth Mercedis Gunn­leyg­s­dóttir segði seg virða su­ver­e­n­i­tetin hjá stýrinum, hevði hon eitt ynski um, at stýrið skrivaði und­ir eitt semjuskjal. Skjalið hevði tað nógv umrødda brotið úr lóg­ar­upp­skot­i­num um at býta landið upp í øki við. 

Tá vit spurdu hví, var svarið, at um stýrið skrivaði undir skjalið, fór ætl­anin helst “at glíða niðurum” hjá summum í samgonguni, stendur í mín­um notati. Við øðrum orðum royndi landsstýriskvinnan at bróta sjálv­støðuna hjá stýrinum og at brúka stýrið sum jarnbrot fyri at fáa und­irtøku. 

Vit vístu á, at í juli høvdu vit skriv­að hoyringsskriv, har vit ikki tóku undir við ætlanini at byggjast skuldi eftir vinnuligum leisti í økj­um, har grundarlag var fyri kapp­ing, og at vit ikki høvdu broytt hugs­an.

Tað sama endurtók seg í nov­ember í einum minni víð­gongd­um skjali. Men stýrið svaraði diplomatiskt, at Bústaðir sóu fram í móti samstarvi við privatar í­leggj­ar­ar í partafeløgum, tá heimildin var komin at fíggja nýggjar ver­k­ætl­a­nir.

Skilji ikki, at eitt em­bæt­is­mannaverk letur eitt lands­stýrisfólk vaða so langt út og gera brot á sjálvstøðuna hjá einum grunni, brúka eitt stýri sum jarn­brot og helst eisini gera brot á arms­longdarprinsippið?

 

Drúgv nevndarviðgerð

Tá Trivnaðarnevndin hevði arbeitt ein mánað við málinum, fekk eg at vita, at nevndin var næstan samd, og at ein meiriluti lá ikki langt frá sjón­armiðunum hjá Bústøðum, sum vit eisini høvdu lagt fram á góð­um fundi í nevndini.

Men í somu viku sum álitið var vænt­andi, bað Trivnaðarnevndin – ella onkur strategur – um eyka tíð. Kladd­an til álitið fekk eitt í­skoyti. Bústaðir fingu undirtøku í nógv­um, men “nakað fyri nakað”, tí nú skuldu allar verkætlanir fremj­ast saman við íleggjarum, og stýr­ið skuldi víðkast upp í 5 lim­ir. Har eingin íleggjari fekst, skuldi landsstýrismaðurin góð­taka verkætlanina. V.ø.o. skulu Bú­stað­ir undir beinleiðis fyrisiting lands­stýr­is­fólksins í hesum føri.

Og hví skuldi stýrið fyri Bústaðir hava fleiri limir, samstundis sum ein onnur almenn nevnd skuldi mink­ast og eitt almennt ráð strikast fyri at spara? Almenningurin fekk ikki nakra logiska frágreiðing. 

Kostnaðurin at hækka talið á stýr­is­limum er tann sami, sum tvær av teim­um lægru leiguinntøkunum um árið. Stýrislimirnir fáa 60.000 kr. árliga. Tilsamans 120.000 kr. um­framt onnur gjøld. Og man sam­sýningin hjá formanninum ikki fara at hækka?  

 

Buktina og báðar endarnar 

Samtykta lógarbroytingin gav lands­stýriskvinnuni møguleika at velja nýtt stýrið - annaðhvørt ár tveir lim­ir og annaðhvørt tríggjar. Sjálv­andi vildi landsstýriskvinnan tryggja sær meirilutan, nú tað loks­ins var eydnast at fáa fígg­ing­ar­heim­ild - 450 mió.kr. - og ein nýggj­an politik.  

Sambandsflokkurin gav fólk­a­flokk­i­num heimild at velja tríggjar nýggj­ar limir nú. At onkur er minni feg­in, nú tann eini flokkurin fekk bukt­ina og báðar endarnar, sigur ikki so nógv um ein miðvísan bú­stað­a­politikk, men meira um hvør dró tað longra stráið. 

At tað skuldi taka meira enn tvey ár at geva Bústøðum framtíðar virk­is­møguleikar, soleiðis at fleiri land­s­menn fáa ein virðiligan leig­u­bú­stað er ikki sømiligt.  

Málsgongdin tóktist vísa, at tað hevði størri áhuga at finna eina semju um annað, enn at geva Bú­støð­um møguleikan at halda fram at leggja ætlanir til rættis saman við bygg­i­fyritøkum og kommunum, sum fegnar vilja hava fleiri leigu- og luta­í­búðir. 

 

Áhugaverd og spennandi avbjóðing 

Eitt 11 ára skeið er runnið. Eg takki teim­um, sum vístu okkum og mær álit.  

Tað var ein spennandi avbjóðing at byggja, eiga og leiga íbúðir, sum nógv ikki hildu vera møguligt. Hó­ast fleiri hava róð ímóti, er tað eydn­ast at seta sjøtul á eitt skipað leig­u­byggjarí, so alsamt fleiri fáa ein virð­i­ligan bústað fyri eina sømiliga leigu undir skipaðum viðurskiftum. Vón­andi kunnu Bústaðir halda fram á somu kós. 

 

Í Soylugørðum 28. apríl 2021 

Jóhann Mortensen