38 smittutilburðir staðfestir í dag

– Føroyar gerast nú eitt av teimum londunum, sum hava flest smittað fyri hvønn íbúgva. Ansa vit ikki eftir nú, so gerst hetta talið bara størri, sigur Heilsumálaráðið.

 

900 kanningar vórðu gjørdar á sjúkrahúsunum í gjár.  Tað sigur Landslæknin, og Heilsumálaráðið ásannar, at støðan nú er sera álvarsom.

– Tað er mest sannlíkt, at enn fleiri tilburðir verða staðfestir, sigur Heilsumálaráðið.

4. august vóru tríggir tilburðir staðfestir, í gjár vórðu 15 tilburðir staðfestir, og í dag er talið av smittaðum 38.

Tað verður mett, at tá ið hesin dagurin er av, verða í alt góð 400 fólk sett í sóttarhald.

Føroyar eru við at seta eitt keðiligt met

Smittan breiðir seg skjótari enn áður, og nógv skjótari enn í londunum kring okkum. Sambært Landslæknanum smitta fólk dagin eftir, at tey sjálv eru blivin smittað, og tað er ikki sæð fyrr í Føroyum. Hetta ger eisini, at avbyrgingin er sera torfør, verður sagt úr Heilsumálaráðnum. 

– Føroyar gerast nú eitt av teimum londunum, sum hava flest smittað fyri hvønn íbúgva. Ansa vit ikki eftir nú, so gerst hetta talið bara størri, sigur Heilsumálaráðið.

Nógv eru smittað á ólavsøku

Tá ið tað fyri tveimum døgum síðani - tann 4.august - varð staðfest, at aktiv smitta var í føroyska samfelagnum, varð mett, at talan var um tríggjar ymsar smittuketur.

– Eftir drúgva smittusporing er tað sannlíkt, at talan í roynd og veru er um eina og somu smittuketu, sum er staðfest í Havn á ólavsøku og vikuskiftið eftir ólavsøku, sigur Heilsumálaráðið.

Nøkur av teimum smittaðu búgva uttanfyri høvuðsstaðin, men flest teirra vórðu kortini smittað í Tórshavn. Tað er eisini staðfest, at smittan hevur breitt seg millum fólk, tá ið hesi havi verið til privat tiltøk á ólavsøku og vikuskiftið eftir ólavsøku.

– Tað er enn ógreitt, júst hvussu smittan er komin til landið, og talan er um eina sera smittandi og serstaka útgávu av krímsjúkuni, sigur Heilsumálaráðið.

Í løtuni eru fleiri enn 80 persónar, sum hava fingið staðfest koronasmittuna. 32 av teimum eru tó farnir av landinum aftur, meðan ein útlendingar er innlagdur á sjúkrahúsinum. Eftir ætlan verður viðkomandi skjótt staðfestur frískur og útskrivaður.

Allir persónar, sum eru staðfestir smittaðir seinastu dagarnar, hava eisini føroyskt p-tal.