387 skúlabørn uttan heilsusystur í hálvt ár

Seinasta hálva árið hevur tað verið upp til foreldrini sjálvi á Skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík at varnast og fáa hjálp fyri møgulig brek hjá teirra børnum. Vantandi peningur er ein av orsøkunum til at ongin heilsufrøðingur er í starvi á skúlanum

Í meir enn eitt hálvt ár hevur starvið sum ella heilsufrøðingur á skúlanum á Ziskatrøð staðið órøkt. Hetta merkir millum annað, at børnini í fyrsta flokki ikki hava fingið ta grundleggjandi 1. flokks heilsukanningina, ið eigur at verða gjørd í hesum aldursbólki. Kanningin er samstundis tann mest umfatandi av sínum slag, har møgulig brek kunnu avdúkast, so børnini kunu fáa serkøna hjálp í rættari tíð.
Sambært foreldrum at børnum í skúlanum, hevur hvørki skúli ella heilsumynduleikar kunnað tey um støðuna. Av tilvild og sínum eintingum hava foreldur hvør í sínum lagi varnast støðuna, sum eftir teirra tykki er ábyrgdarleys. Men hóast tey saman við skúlastýrinum fleiri feriðr hava vent sær til avvarandi mynduleika, er tað ikki eydnast at fáa eina frágreiðing um, hvør trupulleikin er ella nær ein loysn kann væntast.
Slept upp á fjall
Anna Svanhilda Johannesen er foreldur at drongi í fyrsta flokki á skúlanum á Ziskatrøð. Í novembur í fjør tók hon stig til at skriva skúla- og heilsumynduleikunum bræv, har foreldrini millum annað gera vart við støðuna. Inn til tá høvdu foreldrini liva í góðari trúgv um, at skúlin nokk skjótt fór at kalla tey og børnini inn til 1. floks heilsukanningina. Orsøkin til at Anna Svanhilda tók hetta stigið var, at hon frá optikara júst hevði fingið at vita, at sonur hennara var 50% blindur.
- Eg fekk illgruna um, at okkurt var galið, eftir at eg og sonurin høvdu verið og hugt eftir sjónleikinum Ronju Ránsmannsdóttir. Hann hevði glett seg øgiliga nógv, og tí undraði tað meg, at hann onki segði um tað, sum fór fram á pallinum. Ikki fyrr enn hann einaferð spurdi, um vit kundu flyta okkum nærri, fekk eg illgruna um, at hann møguliga ikki sá, hvat gekk fyri seg, greiðir Anna Svanhilda frá, sum tískil fór til optikara í býnum við soninum alt fyri eitt. Har varð so staðfest, at drongurin bert hevur helvtina av vanligari sjón, og gongur hann tí við sterkum brillum nú.
- Soleiðis fann eg út av, at okkurt var galið, men tað loysir jú ikki trupulleikan við vantandi heilsufrøðinginum, sum átti at verið tann, sum avdúkaði og gjørdi meg varuga við brekið. Tað kann heldur ikki vera rætt, at hjálpin, tú fært, veldst um, hvussu árvakin foreldur hvør í sínum lagi eru, sigur Anna Svanhilda. Hon leggur afturat, at 1. floks heilsukanningin samstundis er tann einasta vitjanin, har foreldrini eru við, og tað er har, sambandið við heimið verður etablerað. Í so máta kenna foreldrini seg slept uppá fjall, tí tey ongan hava at venda sær til viðvíkjandi heilsustøðuni hjá teirra børnum. Ongin skúlalækni hevur nevniliga verið í kommununi í nógv ár, og støðan við kommunulæknum hevur illa nokk nøkta tann læknatørv, sum longu er frammanundan.
Óskiljandi sparing
Í lesarabrævið í blaðnum í dag vísir formaðurin fyri skúlastýrið á skúlanum á Ziskatrøð, Ella Heinesen, á, at hon beint eftir nýggjár fekk at vita frá leiðaranum á heilsufrøðiskipanini, Bjartu Vilhelm, at søkt fór at verða eftir nýggjum heilsufrøðingi til skúlan fyrst í hesum árinum. Enn hevur tó ongin lýsing verið at sæð í bløðunum, og sum Ella skilur, er ein av trupulleikunum, at tað finnast so fáir útbúnir heilsufrøðingar. Ella undrast á, hví ein sjúkrarøktarfrøðingur tí ikki kann setast í starvið í staðin, tá ein sjúkrarøktarfrøðingur røkti starvið væl og virðiliga síðsta skúlaár. Um ikki annað mátti hetta verið ein betri loysn enn onga slíka tænastu at hava.
Sum Ella skilur eru sparingar eisini partur av orsøkini til støðuna. Hon heldur tað tó vera trupult at skilja, hvør sparing skal verða í at lata vera við at kanna heilsuna hjá skúlanæmingum, tá tann fyribyrgjandi týdningurin av slíkum kanningum átti at verið ein nógv størri sparing í sær sjálvum.
Søkja í næstum
Bjarta Vilhelm ásannar, at støðan er sera óheppin, men sigur at heilsufrøðingaskipanin fer at søkja eftir heilsufrøðingi til skúlan á Ziskatrøð ein av komandi døgunum. Hon kann ikki gera viðmerkingar til, hví hendan støðan er íkomin, men vísir til Mary í Garði, sum er leiðari fyri Heimarøktina og serforsorgina, ið varðar av økinum.
Bjarta leggur afturat, at skúlin á Ziskatrøð hevur fingið tilboð um hjálp í serligum førum, men ásannar, at sum heild fáa næmingar á skúlanum í løtuni ikki ta heilsutænastu, tey hava krav uppá.