Fiskimálaráðið hevur fingið 38 umsóknir um menningarkvotu, nú umsóknarfreistin var úti á miðdegi. Tað sigur Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum við Kringvarp Føroya. Innkomnu umsóknirnar eru úr øllum landinum, sigur hann.
Menningarkvoturnar eru partur av nýggju fiskivinnuskipanini. Umsøkjarar kunnu søkja um at fáa kvotur frá Fiskimálaráðnum til nýggjar verkætlanir. Ávísar ásetingar eru í lógini um, hvør kann fáa menningarkvotur, men ætlanin er at hesar skulu menna nýggjar vørur at útflyta og skapa nýggj arbeiðspláss. Tí skal tað lýsast í umsóknini, hvussu menningarætlanin kann skapa virðisøking, virksemi, arbeiðspláss, førleikamenning og inntøkur í einum ávísum øki ella fleiri økjum.
Rógvi Reinert sigur við Kringvarpið, at landsstýrismaðurin í næstum fer at útnevna trý fólk at meta um umsóknirnar.
Tøka nøgdin til menningarkvotur er 41.912 tons av svartkjafti, 8.749 tons av makreli og 7.510 tons av norðhavssild.
Menningarkvoturnar kunnu latast í eitt, tvey, trý ella fýra ár.










