381 fimleikarar kappast

Um vikuskiftið verður onnur steypakappingin í estetiskum fimleiki í ítróttarhøllini á Kambsdali, har ein rúgva av fimleikarum úr fimm feløgum fara at kappast

Talan verður um ikki færri enn 23 lið og 381 fimleikarar, sum fara at kappast á Kambsdali, har Flog er vertur, men við góðari hjálp frá øðrum og royndum fólkum. Feløgini, sum eru við í kappingini, eru Flog, Klaksvíkar Fimleikarfelag, Støkk, Ljósið og Havnar Fimleikafelag.
Roknað verður við einari spennandi kapping, tí frá Fimleikasambandinum verður sagt, at tá fyrra steypakappingin var síðst í januar mánaði, sást stór framgongd á liðunum, umframt at kappingin var sera jvn í øllum bólkum.
Tilsamans eru bólkarnir fimm í tali, og teir fevna um fimleikarar úr sjey ára aldri og uppeftir. Í morgin frá klokkan 14 kappast smágentur, unglingar og kvinnur, og sunnudagin frá klokkan 15 kappast pinkur og gentur.
Tað verða 11 dómarar, sum út frá trimum ymsum førleikastigum skulu taka dagar ímillum, hvussu liðini standa seg, og enntá hava tveir av dómarunum, Elna Johannesen og Beinta Danielsen, í ár tikið annað stig av trimum á altjóða dómarastigi hjá IFAGG.
Elna Johannesen, Maj Johannesen og Jeanette Blåsvær døma teknikkin, Beinta Danielsen, Dagmar Clouthier, Heidi Davidsen og Poula M. Kass eru listarligir dómarar, og Elin Michelsen, Elin Guttesen, Eva Mortensen Holm og Anna Rein skulu døma framførsluna.
Trý tey fremstu liðini í hvørjum bólki fáa heiðursmerki, umframt at steyp verða latin fyri samanlagt bestu avrik frá hesi og fyrru steypakappingini. Fimleikasambandið letur steyp og heiðursmerki.