38 politikarar ætla sær at halda fram sum politikarar á valinum í morgin. Tilsamans fingu tey 18.395 atkvøður, tey hava sitið á Føroya Løgtingi í tilsamans 401 ár, og nøkur teirra hava sitið í landsstýrinum í tilsamans 89,5 ár.
Fimm teirra, sum vórðu vald seinast, stilla ikki uppaftur hesaferð. Tí skulu fimm nýggj fólk veljast fyri tey.
Vit vita av royndum, at nøkur av teimum valdu ikki verða afturvald, tí verður ein lutvís stór útskifting á tingi í morgin. Kanska upp í ein triðing av tingmanningini verður skift út.
Í yvirlitinum niðanfyri hava vit sett politikararnar upp eftir hvussu leingi tey hava verið í politikki.
Tann sum hevur sitið longst á tingi er Henrik Old úr Javnaðarflokkinum, sum hevur havt sæti á tingi síðani løgtingsvalið í 1984 - burtursæð frá valskeið 2008- 2011, tí í 2008 valdi Henrik Old at gevast í politikki og stillaði ikki uppaftur. Men hann broytti hugsan og stillaði uppaftur í 2011 og varð valdur.
Tingfólkini eru bólkað eftir, hvussu leingi tey hava sitið á tingi og í landsstýri. Árini, sum tingfólk hava sitið í landsstýrinum, telja við í yvirlitinum, hóast landsstýrisfólk ikki kunnu hava sæti á tingi, meðan tey eru landsstýrisfólk.
Bjarni Kárason Petersen er tann, sum hevur sitið stytst á tingi. Hann kom á ting fyri Honnu Jensen, tá hon 14. februar gjørdist landsstýriskvinna.
Óluvá Klettskarð úr Tjóðveldi er tann, sum hevur sitið stytst í landsstýrinum. Hon var landsstýriskvinna í mentamálum í tvær vikur í 2008.
Tey sum hava havt sæti sum varafólk fyri landsstýrisfólkini hetta valskeiðið eru sett aftast í yvirlitinum.
1. Henrik Old, Javnaðarflokkurin, 387 atkvøður. Sitið á tingi í 31 ár og í landsstýrinum í 3 ár
2. Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin, 699 atkvøður, 27 ár á tingi, 9 ár í landsstýri
3. Poul Michelsen, Framsókn, 669 atkvøður, 25 ár á tingi og 4 ár í landsstýrinum
3. Jenis av Rana, Miðflokkurin, 498 atkvøður, 25 ár á tingi. Hevur ikki sitið í landsstýrinum
4. Høgni Hoydal, Tjóðveldi, 1.149 atkvøður, 21 ár á tingi og 10 ár í landsstýrinum
4. Jógvan á Lakjuni, Fólkaflokkurin, 365 atkvøður, 21 ár á tingi og 4 árí landsstýrinum
5. Kaj Leo Holm Johannesen, 601 atkvøður, 17 ár á tingi og 7 ár í landsstýrinum
5. Páll á Reynatúgvu, 369 atkvøður, 17 ár á tingi og 2 ár í landsstýrinum. 4 ár sum løgtingsformaður
5. Annita á Fríðriksmørk, Tjóðveldi, 425 atkvøður, 17 ár á tingi og 1 ár í landsstýrimi,
5. Kristin Michelsen, Javnaðarflokkurin (nú Sjálvstýri), 302 atkvøður, 17 ár á tingi, hevur ikki sitið í landsstýrinum
6. Bill Justinussen, Miðflokkurin, 370 atkvøður, 15 ár á tingi og 2 ár í landsstýrinum
7. Bárður Nielsen, Sambandsflokkurin, 595 atkvøður, 14 ár á tingi og 3 ár í landsstýrinum
8. Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi, 361 atkvøður, 11 ár á tingi og 1 ár í landsstýri
9. Kristina Háfoss, 662 atkvøður, 10 ár á tingi og 4 ár í landsstýrinum
9. Heðin Mortensen, Javnaðarflokkurin, 392 atkvøður, 10 ár á tingi og 1 ár í landsstýri
10. Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin, 966 atkvøður, 9,5 ár á tingi og 9 ár í landsstýri
10. Jákup Mikkelsen, Fólkaflokkurin, 380 atkvøður, 9,5 ár á tingi og 3 mánaðir í landsstýrinum
11. Annika Olsen, Fólkaflokkurin, 961 atkvøður, 8 ár á tingi og 7 í landsstýri
11. Aksel V. Johannesen, Javnaðarflokkurin, 2.405 atkvøður, 8 ár á tingi og 6 ár í lansstýri
11. Sirið Stenberg, Tjóðveldi, 755 atkvøður, 8 ár á tingi og 4 ár í landsstýri
11. Eyðgunn Samuelsen, Javnaðarflokkurin, 433 atkvøður, 8 ár á tingi og 4 ár í landsstýri
11. Rigmor Dam, Javnaðarflokkurin, 396 atkvøður, 8 ár á tingi og 3,5 ár í landsstýrinum
11. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Fólkaflokkurin, 371 atkvøður, 8 ár á løgtingi
12. Hanna Jensen, Framsókn, 201 atkvøður, 4 ár á tingi og 1/2 ár í landsstýri
12. Sjúrður Skaale, Javnaðarflokkurin, 175 atkvøður og 4 ár á tingi
12. Magni Arge, Tjóðveldi, 438 atkvøður, 4 ár á tingi
12. Katrin Kallsberg, 396 atkvøður, 4 ár á tingi
12. Jógvan Skorheim, 389 atkvøður, 4 ár á tingi
12. Magnus Rasmussen, 503 atkvøður, 4 ár á tingi
12. Bjarni Hammer, Javnaðarflokkurin, 298 atkvøður, 4 ár á tingi
13. Kristianna Winther Poulsen, 157 atkvøður, 5 ár á tingi (varafólk)
14. Óluvá Klettskarð, 333 atkvøður, 4 ár á tingi (varafólk), tvær vikur í landsstýri
14. Jónleif Johannesen, Javnaðarflokkurin, 183 atkvøður, 4 ár á tingi (varafólk)
14. Pauli Trond Petersen, Tjóðveldi, 218 atkvøður, 4 ár á tingi (varafólk)
14. Ruth Vang, Framsókn, 169 atkvøður, 4 ára á tingi (varafólk)
15. Ingolf S. Olsen, Tjóðveldi, 154 atkvøður, 3 ár á tingi (varafólk)
15. Djóni Nolsøe Joensen, Javnaðarflokkurin, 135 atkvøður, 3 ár á tingi (varafólk)
16. Bjarni Kárason Jacobsen, 135 atkvøður, 1/2 ár á tingi (varafólk)
@font-face { font-family: "Cambria Math"; }@font-face { font-family: "Calibri"; }p.MsoNormal, li.MsoNormal, div.MsoNormal { margin: 0cm 0cm 0.0001pt; font-size: 12pt; font-family: "Calibri", sans-serif; }.MsoChpDefault { font-family: "Calibri", sans-serif; }div.WordSection1 { }