serføroyskur rættur. Onki er at ivast í, at fyrr í tíðini fóru heldur ikki hvítanýruni á seyði burtur, tí alt skuldi brúkast, men nú á døgum man tað vera ógvuliga sjáldsamt at tey enda í døgverðapottinum [...] durin hevur frætt, at hvítanýru lukta sum ein blandingur av blámusoppi, einum vátum handklæði og einum hyggiskotnum summarhúsi. - Men tann lætti, súrligi smakkurin, tey fáa eftir at hava ligið í laka í [...] Á danska blaðnum halda tey eisini, at heili og eygu úr seyðarhøvdum, eru eina roynd verd, tá ið lambstjógvið er blivið ov eintáttað. Men so verður lagt afturat, at tað skal alt saman skolast niður við
alnótini! Askham-bussar í Klaksvík taka sær av at koyra bólkin kring landið. Annars verður møguleiki at løða upp til konsertina seinnapartin, tá Lindin fer at senda beinleiðis undan konsertini, har verður [...] eisini hesuferð megnaði flogfelag okkara at greiða hetta so konsertin ikki varð órógva av hesum. Eftir ein góðan føroyskan fiskadøgurða fóru teir til hvíldar at løða upp til stóra konsert-brakið, sum verður [...] síðani fløguútgávuna, fer á pallin at hita fjøldina upp. Hetta verður neyvan nakar trupuleiki, nú bólkurin longu áðrenn fløguútgávuna hevur havt 2 mega-hitt. Spennandi verður at hoyra Petur William Háberg saman
og Marner Andreasen suður á Tvøroyri at spæla. Somuleiðis fara teir báðir oddamenninir í lokala orkestrinum á Tvøroyri, Sputnik, brøðurnir Jens og Marner Lisberg, at geva sítt íkast til dansin. Við sær [...] bassinum, Arnbjørn Sivertsen á gittarinum og Kaj Johannesen á trummum. Umframt at spæla hvør í sær, fara teir eisini allir samlir at spæla nøkur løg saman. Black Birds og Sputnik eru tveir av okkara best umtóktu [...] í dansi og væntandi verða tað ikki færri hesuferð. Fyrireikararnir siga, at hetta er eitt frálíkt høvi hjá fólki norðanfjørðs at koma til Suðuroyar á útferð og enda ferðina við einum rimmar dansikvøldið
rakt at borgarakríggi. Nú eru tað maoistar, sum sita við valdinum í landinum eftir valið, sum var í apríl. Kina stendur longu aftanfyri stórar íløgur í Nepal, og væntandi er, at landið nú fer at fáa eina [...] Eg vóni ikki, at atsóknin er tengd at okkara leikluti í hesum sambandi, men tað kann ikki útilokast, sigur Håkon A. Gulbrandsen við norska Dagbladet. Hetta er ikki fyrstu ferð í ár, at norska sendistovan [...] men uttanríkisráðið í Noregi tekur atsóknina í álvara. Eitt bræv er funnið, sum gevur ábendingar um, at tað er ónøgdin við aktiva leiklutin hjá Noregi í friðarsamráðingunum í Nepal, sum liggur aftanfyri
Hjá summum er hugurin at ballast størri enn evnini og fyri fyrstu fer í langsamiliga tíð er løgreglan boðsend til Múla Løgreglan hevur ikki havt nógv at gera higartil um vikuskiftið. Bara okkurt smávegis [...] onkran smávegis húsaófrið. Men á løgreglustøðini í Havn mugu tey meiri enn so ásanna, at mangan er hugurin hjá fólki at drekka, størri enn evnini. Hetta vikuskiftið hava tey havt ein mann sovandi á løgre [...] ð, tí tá varð løgreglan boðsent, tí at onkur hevði koyrt runt við einum traktori og hevði rent hann fastan í bønum. Kanska meiri álvarsligt og óumhugsað er tað, at onkur hevur kappað eitt neyðbluss úr
byrjaði seinasta heyst. Undirtøkan hevur verið góð og kappingin er skipað soleiðis, at til tess at fáa GP-plasering, krevst at luttikið er í Finaluni og 5 undankappingum. Í Finaluni verða telvað 9 umfør, har [...] - 3 stig fremri enn Ólavur Simonsen úr Klaksvíkar Talvfelag, sum samstundis er í harðari kapping um at halda fast um 2. plássið við Torkil Nielsen úr Sandavágs Talvfelag, meðan Finnbjørn Vang úr Klaksvíkar [...] aftari, men tó hevur møguleikar. Telvað verður somuleiðis um Grand Prix styrkisvirðislønir, sum merkir, at telvarar verða býttir upp í styrkisbólkar og kappast innanhýsis í sínum styrkisbólki um GP-plaseringar
tikið avgerð um at reisa standmyndina í skúlanum. Ikki kunnað Spurdur, hví hann ikki hevur ráðført seg við Fuglø Arkitektar í hesum sambandi, sigur leiðarin á mentanardeildini Dávur Winther, at ein avgerð mátti [...] - Eg visti, at um eg spurdi 10 fólk, so fekk eg 10 ymsar meiningar, og so varð hendan standmyndin neyvan nakrantíð av nøkrum. Og tað helt eg vera spell, sigur Dávur Winther. Afturat sær at meta um pel [...] Arkitektum sigur seg illa kunna gera stórvegis viðmerkingar, av tí at tann standmyndin enn ikki er liðug. - Enn ána vit ikki, um hon fer at hóska inn í heildarmyndina á skúlanum, tí ongin hevur tosað við
verður. Inntil tá snýr tað seg hjá Sigfríða Clementsen um at fáa spælararnar at savna seg um avbjóðingarnar í landskappingini. Tað verður roknað við, at bæði Anders Post Jacobsen og Peter Foldgast verða ímillum [...] Eftir at NSÍ í gjárkvøldið snávaði á heimavølli í ímóti Víkingi, hevur EB/Streymur í dag møguleika at leggja uppaftur meiri sjógv millum seg og næstfremsta plássið. Sambært skránni skuldi dysturin millum [...] Petersen, sum eisini í fjør var partur av ÍF liðnum. Í Sundalagnum hava teir ikki havt serligar stundir at slikka sárini eftir óvæntaða tapið síðsta sunnudag í Sarpugerði. Síðani lutur varð drigin í europeisku
. Nú fæst at síggja, hvussu tað fer at tørna út í kappingini millum hesar tríggjar. Í kappingini millum 10-mannaførini eru Vestmenningur og Eysturoyingur komnir afturat. Teir fara neyvan at hótta Ormin [...] ein og sami bátur hevur vunnið allar róðrarnar, og tað er farið at nærkast Ólavsøku. Mest óvæntaða úrslitið á Skálafjørðinum var tað, at Riddarin úr Miðvági í kappingini millum 6-mannafør við monnum setti [...] og so verður bara ólavsøkukappróðurin eftir. Felags fyri tær tríggjar kappingarnar, sum bíða, er, at tað bara verður róð á 1000 metrum (og á Ólavsøku á uppaftur styttri teini enn so). Tískil savna allar
er ein vælkend fyritøka í Føroyum. Hann fer at siga nøkur orð um, hvussu hugskotið til Marel var til, og frá gongdini frá byrjanini hjá fyritøkuni til nú at vera ein alheims fyritøka. Liselotte Lyngsø [...] n á Føroya Tele. Hermann Oskarsson er umframt at vera kendur sum stjóri á Hagstovuni eisini kendur fyri sín hvassa penn, og á Vinnudegnum 2008 fer hann at seta upp eina ironiska spegilsmynd av okkum sjálvum [...] spennandi fyrilestrum í Norðurlandahúsinum og einum døgurða á Hotel Føroyum. Hesaferð hevur Vinnuhúsið valt at varpa ljós á evni nýskapan, menning og nýhugsan. Allir fyrilestrarnir snúgva seg sostatt á ein ella