Hvítanýru í Føryoyum er eitt tað allar merkiligasta málttíð, tú kanst fáa í verðini, sigur danskt ferðavinnublað Danska ferðavinnublaðið, tgt, sær viðhvørt ferðavinnuni í rættiliga skeivum sjónarhornum og nú ein dagin settu tey upp ein lista við sjey teimum ørastu málttíðunum, tú kanst fáa í allari verðini.
Og har koma føroyingar eisini upp í part - og so kann ein og hvør gera upp við seg sjálvan um tað er ein heiður ella ikki.
Við á listanum eru nevniliga hvítanýru, sum tey siga, er ein serføroyskur rættur.
Onki er at ivast í, at fyrr í tíðini fóru heldur ikki hvítanýruni á seyði burtur, tí alt skuldi brúkast, men nú á døgum man tað vera ógvuliga sjáldsamt at tey enda í døgverðapottinum.
Men hvítanýruni fáa nú ikki so heilt galið skoðsmál frá danska blaðnum.
Greinhøvundurin hevur frætt, at hvítanýru lukta sum ein blandingur av blámusoppi, einum vátum handklæði og einum hyggiskotnum summarhúsi.
- Men tann lætti, súrligi smakkurin, tey fáa eftir at hava ligið í laka í mysu, er slett ikki so galin, er niðurstøðan.
Á danska blaðnum halda tey eisini, at heili og eygu úr seyðarhøvdum, eru eina roynd verd, tá ið lambstjógvið er blivið ov eintáttað.
Men so verður lagt afturat, at tað skal alt saman skolast niður við góðum íslendskum svartadeyða.
Aðrir rættir á listanum yvir merkiligasta mat í verðini, eru flogkykt á Bali, lundi í Íslandi og alskyns djórasinur á fínum matstovum í Kina.










