Oddaliðið vitjar í Fuglafirði

Eftir at NSÍ í gjárkvøldið snávaði á heimavølli í ímóti Víkingi, hevur EB/Streymur í dag møguleika at leggja uppaftur meiri sjógv millum seg og næstfremsta plássið.

Sambært skránni skuldi dysturin millum EB/Streym og ÍF verið spældur í Streymnesi í morgin. Hetta er broytt, og dysturin verður í dag klokkan 17 í Fuglafirði, har tað er Varmakeldustevna.

Fult uppiborið vunnu fuglfirðingar mikukvøldið 1-0 á HB, og tað ber sjálvsálit og áræði við sær.

Alexander Jovevic, sum hevur verið skaddur, er tøkur aftur. Álopsspælarin Sasa Jovanovic hevur verið skaddur í nakrar vikur, og hann verður ikki við í dag. Í vikuni hevur ÍF gjørt avtalu við Helga L. Petersen, sum eisini í fjør var partur av ÍF liðnum.

Í Sundalagnum hava teir ikki havt serligar stundir at slikka sárini eftir óvæntaða tapið síðsta sunnudag í Sarpugerði.

Síðani lutur varð drigin í europeisku kappingunum hevur prátið snúð seg um avbjóðingina ímóti Manchester City. Á fundi mikukvøldið vórðu tey, sum standa felagnum nær, kunnað um allar tær uppgávurnar, sum bíða, tá ið fína vitjanin úr Manchester verður.

Inntil tá snýr tað seg hjá Sigfríða Clementsen um at fáa spælararnar at savna seg um avbjóðingarnar í landskappingini. Tað verður roknað við, at bæði Anders Post Jacobsen og Peter Foldgast verða ímillum teir fyrstu ellivu á Varmakeldu.

Mikkjal Thomassen er framvegis skaddur í hælsinuni, og Høgni Zachariassen gongur við brotnum armi. Tað verður ikki roknað við, at hann verður tøkur hesu megin summarsteðgin.