Atsókn
Í meira enn 10 ár hevur Nepal verið rakt at borgarakríggi. Eftir valið, sum var í apríl, eru tað nú maoistar, sum sita við valdinum í landinum.
Kina stendur aftanfyri stórar íløgur í Nepal, og væntandi er, at landið nú fer at fáa eina uppaftur størri ávirkan á fjallalandið.
Norska sendistovan í Katmandu í Nepal var stongd, og eingin fekk skaða, tá ein minni bumba brast uttanfyri bygningin í vikuskiftinum.
Norska uttanríkisráðið tekur atsóknina í álvara.
Eitt bræv er funnið, sum gevur ábendingar um, at tað er ónøgdin við aktiva leiklutin hjá Noregi í friðarsamráðingunum í Nepal, sum liggur aftanfyri atsóknina á sendistovuna.
Enn er tó ógreitt, hvør stendur aftanfyri.
Norski ríkisskrivarin, Håkon A. Gulbrandsen, hevði fund við maoistaleiðaran, Prachanda (Pushpa Kamal Dahal), tá Noreg í byrjanini av hesum mánaðinum var fyrsta landið í heiminum, sum var á politiskari vitjan í Nepal eftir valið.
- Noreg hevur gjørt sína støðu galdandi í Nepal, og vit vóru teir fyrstu, sum tóku upp samband við maoistarnar í 2006. Vit hava eisini stuðlað uppundir frið. Eg vóni ikki, at atsóknin er tengd at okkara leikluti í hesum sambandi, men hetta kann ikki útilokast, sigur Håkon A. Gulbrandsen við norska Dagbladet.
Hetta er ikki fyrstu ferð í ár, at norska sendistovan í Nepal hevur verið fyri atsókn.
Í Nepal, sum liggur í Himmalaya – millum Indiu og Kina - búgva 28 miljónir fólk.