Talvfinalur um vikuskiftið

Grand Prix Finalan í talvi, verður telvað leygardagin í hølum Havnar Telvingarfelags

Talv

 

Talan er um ta 9. GP-kappingina í røðini, síðani kappingin byrjaði seinasta heyst. Undirtøkan hevur verið góð og kappingin er skipað soleiðis, at til tess at fáa GP-plasering, krevst at luttikið er í Finaluni og 5 undankappingum. Í Finaluni verða telvað 9 umfør, har hvør telvarin hevur 15 minuttir í part til talvið.

Undan finaluna liggur Olaf Berg úr Sandavágs Talvfelag best fyri - 3 stig fremri enn Ólavur Simonsen úr Klaksvíkar Talvfelag, sum samstundis er í harðari kapping um at halda fast um 2. plássið við Torkil Nielsen úr Sandavágs Talvfelag, meðan Finnbjørn Vang úr Klaksvíkar Talvfelag er nakað aftari, men tó hevur møguleikar.

Telvað verður somuleiðis um Grand Prix styrkisvirðislønir, sum merkir, at telvarar verða býttir upp í styrkisbólkar og kappast innanhýsis í sínum styrkisbólki um GP-plaseringar.

Rógvi E. Nielsen, úr Sandavágs Talvfelag, verður uttan iva vinnari av 1. styrkisvirðislønini, meðan kappingin er sera hørð um 2. styrkisvirðislønina, ímillum Jónfinn Thomsen úr Sandavági og Hjalta Toftum Jógvansson úr Havnini. Høgni E. Nielsen úr Sandavági liggur sera væl fyri at vinna 3. styrkisvirðislønina, í kapping við Herborg Hansen, Vagnur Dam og Einar Gregersen. Spennandi kapping verður ímillum Johan Hentze úr Sundalagnum, Heðin Gregersen úr Klaksvík og Sáru Traber Olsen úr Havn um 4. styrkisvirðislønina.

Sostatt eru ábendingar um, at Sandavágs Talvfelag, kann gerast heilt stóri sigursharrin, tá seinasti leikur í Grand Prix 07/08 er leiktur leygardag seinnapart.