Løgreglan hevur ikki havt nógv at gera um vikuskiftið. Bara okkurt smávegis herverk, eitt ferðsluóhapp í Streymnesi við ongum fólkaskaða og onkran smávegis húsaófrið.
Men á løgreglustøðini í Havn mugu tey meiri enn so ásanna, at mangan er hugurin hjá fólki at drekka, størri enn evnini.
Hetta vikuskiftið hava tey havt ein mann sovandi á løgreglustøðini ikki færri enn fýra ferðir hesar síðstu tríggjar dagarnar og tað nærkast nýggjum, føroyskum meti.
Og tað var ongin ársungi heldur, tí talan var um ein tilkomnan mann, sum rættiliga er farin í býin hetta vikuskiftið.
Annars hendi tað sjáldsama, at løgreglan varð boðsend til Múla. Hóast ongin býr har, eru nøkur hús í bygdini og har er eisini bøur, sum verður hoyggjaður um summarið. Men vegur er til bygdar og tað gera fólk sær dælt av viðhvørt.
Tað gjørdu tey eisini í fríggjavøldið, tí tá varð løgreglan boðsent, tí at onkur hevði koyrt runt við einum traktori og hevði rent hann fastan í bønum.
Kanska meiri álvarsligt og óumhugsað er tað, at onkur eisini hevur kappað eitt neyðbluss burtur úr einum bjargingarkransi umborð á einum báti undir Bryggjubakka og tað kann skjótt gerast alvorligt, tá ið bjargingarútgerð ikki virkar, tá ið brúk er fyri henni. Í hesum føri var tað tíbetur uppdagað, áðrenn ólukka stóðst av.