Tá nýggi parturin av skúlanum við Ósanna Í Klaksvík verður tikin í nýtslu, kemur ein fimm metur høg pelastandmynd eftir amerikumannin Joel Cole at prýða skúlan.
Hóast tað eisini eru Fuglø arkitektar, sum hava staðið fyri arkitektarbeiðinum í skúlanum, hava teir ikki verið tiknir við uppá ráð í sambandi við standmyndina.
Tað er mentanardeildin hjá Klaksvíkar kommunu sum hevur tikið avgerð um at reisa standmyndina í skúlanum.
Ikki kunnað
Spurdur, hví hann ikki hevur ráðført seg við Fuglø Arkitektar í hesum sambandi, sigur leiðarin á mentanardeildini Dávur Winther, at ein avgerð mátti takast.
- Eg visti, at um eg spurdi 10 fólk, so fekk eg 10 ymsar meiningar, og so varð hendan standmyndin neyvan nakrantíð av nøkrum. Og tað helt eg vera spell, sigur Dávur Winther.
Afturat sær at meta um pelastandmyndina hevði mentanardeildin bólkin, ið stóð fyri standmyndini við gamla kirkjugarð.
Jákup Pauli Johannesen á Fuglø Arkitektum sigur seg illa kunna gera stórvegis viðmerkingar, av tí at tann standmyndin enn ikki er liðug.
- Enn ána vit ikki, um hon fer at hóska inn í heildarmyndina á skúlanum, tí ongin hevur tosað við okkum ella tikið okkum við uppá ráð í samband við hesa standmyndina, sigur Jákup Pauli Johannesen.
Heldur ikki í bygginevndini fyri skúlan tykjast tey vita um standmyndina. Sambært Óluvu Klettskarð, limi í bygginevndini, er hon ikki kunnað um standmyndina og varð bygginevndin heldur ikki boðin við, tá partur av standmyndini varð avdúkaður á Klaksvíkar Bókasavni herfyri.