Favorittarnir nærri FM

Seinnapartin verður fimti FM kappróðurin í ár. Hann verður í Vestmanna. Allir róðrarnir vera á 1000 metra málinum. Um eina viku verður kappróður á Vestanstevnu, sum hesa ferð verður í Miðvági, og so verður bara ólavsøkukappróðurin eftir.

Felags fyri tær tríggjar kappingarnar, sum bíða, er, at tað bara verður róð á 1000 metrum (og á Ólavsøku á uppaftur styttri teini enn so). Tískil savna allar manningarnar seg í venjingunum nú bara um 1000 metra málið.

Eftir fýra róðrar hava tríggjar manningar framvegis fult stigatal. Tær eru dreingirnir á Sílinum, kvinnurnar á Sílinum og 8-mannafarið Heiðabáturin.

Sammett við undanfarnu ár vinnur fremsti báturin í ár bara eitt stig meiri enn næstfremsti báturin. Frá 1973 og fram til í fjør vann vinnandi báturin tvey stig meiri enn tann næsti. Tí er munurin millum teir fremstu minni nú, enn hann hevur verið undanfarnu árini, tá ið ein og sami bátur hevur vunnið allar róðrarnar, og tað er farið at nærkast Ólavsøku.

Mest óvæntaða úrslitið á Skálafjørðinum var tað, at Riddarin úr Miðvági í kappingini millum 6-mannafør við monnum setti Sundabátin upp á pláss. Í trimum teimum fyrstu róðrunum hevði Tvørabáturin verið einasti avbjóðarin hjá Sundabátinum.

Nú fæst at síggja, hvussu tað fer at tørna út í kappingini millum hesar tríggjar.

Í kappingini millum 10-mannaførini eru Vestmenningur og Eysturoyingur komnir afturat. Teir fara neyvan at hótta Ormin og Havnarbátin, men tað er hugaligt, at tað eru fleiri, sum taka lut.