gjørligt at búleikast í Føroyum. Hettar er skeiv tankagongd, sum er sprottin úr følskum fyritreytum, hóast politisk og fíggjarlig orka tykjast verða einaráðandi, eru onnur veruligu ting til í heiminum. Hesa áskoðan [...] týdningi fyri land og fólk og tað er, hin andaliga drívmegin í daglig degnum á øllum stigum í samfelagnum. Søgan ber prógv um, at har tey grundleggjandi tingini vóru skúgvaði til viks, gekk ikki langt tíðarskeið [...] og setir sín dám á samfelagi og mentanina er burðardyggur í verki. Tí er alt tað, sum gjørt verður fyri at stuðla rætta andanum og seta hann í samband við hitt livandi skapandi lívið menturnarliga og
báðar taka á felagsfundi avgerð um, hvør skal hava studning. Í ár verður fundurin í august í Tórshavn. Í 1996 vóru fimm umsóknir úr Føroyum og sjey úr Grønlandi, og fingu hesi stuðul úr grunninum: Glymur [...] r fekk kr. 9.000,- í sambandi við luttøku í »Nordisk Orkesterfestival« fyri musikkskúlaorkestur í Tórshavn. Felagið Qoornquq Ikinnqutat fekk kr. 20.000,- til umvæling av kirkjuni í Qoornqoq. Tórshavnar [...] Glymur fekk kr. 50.000,- til konsertferð til Nuuk. Vestnordisk Kvindekór í Føroyum fekk kr. 20.000,- til konsertferð til Nuuk. Tónleikabólkurin Hjarnar fekk kr. 20.000,- til tónleikaferð til Nuuk. Tórshavnar
kappingarár og nr. eitt, tvey og trý í hvørjari kappingargrein fáa steyp til ognar. Ríðarin við flest stigum samanlagt í øllum kappingum felagsins í ár fær eisini ferðasteyp í varðveitslu. Hetta er 10. árið [...] Íslandsrossafelag í ár, á vølli felagsins við Kráarheyg í Havnardali. Innleiðandi kappingarnar verða leygardagin 18. juli kl. 14 og finalurnar sunnudagin 19. juli kl. 15.00. Kappast verður í fjórgongd fyri [...] kappast í fjórgongd, fimmgongd og tølt. Seinasta freist at tekna seg er hósdagin 16. juli á tlf. 319706 ella 316896 ella hjá einum av ítróttarnevndarlimunum. Í hesi seinastu og avgerandi kappingini í ár verða
viðkomandi er ríkisborgari í. Eitt annað dømi er, at rætturin til ávís størv í summum londum er treytaður av ríkisborgaraskapi í landinum. Hetta er eitt nú galdandi fyri ávís høg embæti í danska ríkinum. Vert [...] nýtast í viðurskiftum, har ein myndugleiki krevur at vita, hvørjum landi tú ert ríkisborgari í. Hetta er fyrst og fremst í sambandi við, at farið verður um landamørk. Orsøkin til, at myndugleikarnir í einum [...] kunnu veita fólki. Tað, at vera ríkisborgari í einum landi merir, at tú hevur nøkur rættindi í landinum. Hesi rættindi fevna eitt nú um rættin til at vera í landinum. Eingin kann sambært altjóða viðtøkum
rammurnar í føroyska mentanarlívnum, og sum ikki er lættur at seta í rammu, uttan so, at tú ert hepni ánarin av einum av hugtakandi málnigum hansara. Á Frúutrøð læt hann í gjár kl 15.00 upp framsýning í egnu [...] , tá myndamaðurin og eg banka uppá í húsunum uppi á Frúutrøð. Vit fara niðurundir í hugnaligu hølini, har Eyvindur Mohr heldur til. Her málar hann og her læt hann í gjar upp listaframsýning við nýggjum [...] líður móti kvøldi, so fari eg í gongd við at fulføra høvuðsverkið, sigur Evindur Mohr. Listamaður í andstøðu Eyvindur er kendur, sum uppreistrarhugaður listamaður, ið ofta er í andstøðu mótvegis meira skipaða
Kaggin varð stovnaður í 1969, og hevur hildið til ymsastaðni í Havnini, til húsini á Dalavegnum vórðu keypt. Í 1987 brendu húsini, og umvæling varð gjørd. Tá ið flutt inn aftur var í tey umvældu húsini, [...] byggifyritøku. Síðani oktobur í fjør hava tey so bíðað spent eftir nýggja hølinum, sum nú eru tikin í nýtslu. Ikki meira alment enn áður Ongin beinleiðis broyting verður tó í virkseminum hjá Kagganum, hóast [...] 19 vóru ymsir gestir bodnir til móttøku, har Jens Pauli í Dali, formaður fyri frítíðarfelagið Kaggan, ella Palleba, sum tey flestu kenna hann í Kaggunum, beyð vælkomin til kalt borð. Eftir einum tíma ella
spennandi ferð úti í heimi saman við kenda íranum Tim Severin. Teir báðir, sum hava verið á flestu av heimsins høvum saman, vórðu hesaferð á hvalaveiðu í Indonesia saman við oyggjafólki, sum í fleiri túsundd [...] saman við oyggjafólkinum á eini av smáoyggjunum í Malukkunum. Hesar liggja har eysturi í Indonesia, miðskeiðis millum Australia og Borneo. Eftir at hava siglt í kjalarvørri Brendans til Amerika og á bambusflaka [...] náttúruni og her ikki minst hvali, slapp hesaferð veruliga at royna seg. Í nógvum av tí hann sá, kendi hann seg heima aftur í Føroyum ella frá føroyska gerandisdegnum, sum hann serliga var fyrr, tá einans
Í løtuni er danski forsætisráðharrin í summarfrí, og tí ber ikki til at fáa upplýst, hvat forsætisráðharrin skal gera teir fýra dagarnar, hann vitjar í Føroyum.Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum [...] hendavegin. Hann nevndi samstundis, at hann fegin vildi vítja í Suðuroy og í Norðuroyggjum. Eg helt, at august mánaði var kanska vakrasta tíðin í Føroyum, og at hann átti at vitja tá, sigur Jóannes Eidesgaard [...] Jóannes Eidesgaard hátiðarhaldið, sum verður í august á Tvøroyri, í sambandi við 100 ára dagin hjá Petur Mohr Dam, sála, og bjóðaði forsætisráðharranum at luttaka í hesum sambandi. Tað vildi hann fegin, og
eydnuna við sær. Spældu sær í bili í Sandágerði Umleið klokkan hálvgun fimm leygarmorgunin, fekk løgreglan boð um, at tríggir unglingar lógu og spældu sær í bili á vegnum oman í Sandágerð. Teir vóru ósketnir [...] navn úti í heimi, serstakliga tí at her er so vakurt. Men eitt annað sum telur nógv er, at her eisini er so avbera friðarligt. Ógvusligu álopini, sum vit kenna tey aðrastaðni, koma fyri í Føroyum, men tað [...] gekk á gongugøtuni í Havn. Løgreglan kom á staðið, men tá vóru ótangarnir vekk. Í taskuni hjá kvinnuni var bæði pass og peningur, so kvinnan var illa stødd, um ikki taskan kom aftur í aftur. Men leygarmorgunin
lomviga í Høvdanum í Skúgvi í meira enn 20 ár, og í løtuni telur hann Høvdan, so seinni í summar fæst at vita, hvussu tað sær út í ár. FLEST allir føroyingar vóna, at lomvigi aftur fer at fjølgast í tali [...] gongur í aldum. Mest hevur verið fram ímóti miðskeiðis í teimum seinastu øldunum, men so er minkað aftur fram móti hundrað ára skiftunum. AT fuglameingi valdast føðina í sjónum er einki at ivast í, men hvussu [...] amast uppi í á rókunum. Og er nógv til av hellufugli, kann tað vera ein ábending um, at meiri verður av verpingarfugli í komandi árum. SKAL sigast nakað veruligt, um tað er betur statt við lomviga í ár, so