Býráðið lýsir annaðhvørt ár, at møguleiki er at søkja stuðul úr grunninum til frama fyri samstarvi og fatan millum borgararnar og kommunustýrini í Nuuk og Tórshavn.
Endamálið við grunninum er at veita fíggjarligan styrk til tiltøk ella starvsemi, ið kunnu menna samstarvið millum kommunurnar báðar.
Stuðul uppá umleið kr. 20.000,- kann verða latin annaðhvørt ár; kommunur-nar báðar taka á felagsfundi avgerð um, hvør skal hava studning.
Í ár verður fundurin í august í Tórshavn.
Í 1996 vóru fimm umsóknir úr Føroyum og sjey úr Grønlandi, og fingu hesi stuðul úr grunninum:
Glymur fekk kr. 50.000,- til konsertferð til Nuuk.
Vestnordisk Kvindekór í Føroyum fekk kr. 20.000,- til konsertferð til Nuuk.
Tónleikabólkurin Hjarnar fekk kr. 20.000,- til tónleikaferð til Nuuk.
Tórshavnar Kamartrio fekk kr. 50.000,- til konsertferð til Nuuk.
Nuuk býarorkestur fekk kr. 9.000,- í sambandi við luttøku í »Nordisk Orkesterfestival« fyri musikkskúlaorkestur í Tórshavn.
Felagið Qoornquq Ikinnqutat fekk kr. 20.000,- til umvæling av kirkjuni í Qoornqoq.
Tórshavnar býráð