- Hey, kom innar, ljóðar úr kjallaranum, tá myndamaðurin og eg banka uppá í húsunum uppi á Frúutrøð.
Vit fara niðurundir í hugnaligu hølini, har Eyvindur Mohr heldur til. Her málar hann og her læt hann í gjár upp listaframsýning við nýggjum verkum.
Ljóðanleggið stendur á einari hill, og meðan eg eygfari eina mynd av Norðadali, sigur 72 ára gamli Eyvindur:
- Ja, hatta er Norðradalur, við eittt sidur av Beethoven afturvið.
Myndin hugtekur og Eyvindur greiðir frá, at hann altíð hevur tónleik aftur við, tá hann málar. Serliga er tað Beethoven, ið sampakkar væl við listavirksemið hjá Eyvindi.
Onnur mynd er av aldubroti, meðan Hestur og Koltur síggjast. Beethoven kann eisini vera róligur og vakur, sigur Eyvindur, og peikar á myndir av gomlu Havnini, ið sýnast at hava ávísan frið yvir sær.
Skitsa av kvøðandi monnum
Áðrenn vit vita av, tekur Eyvindur einar tveir, tríggjar miðalstórar málningar niður av vegginum.
- Nú skulu tit síggja, tað fólk vanliga ikki síggja, sigur Eyvindur.
Vit kenna okkum týdningarmiklar, at sleppa at njóta hesi framíhjárættindi, og vit verða sanniliga ikki vónbrotnir.
Til sjóndar á vegginum kemur skitsa av kvøðandi monnum, og Eyvindur greiðir frá, at hetta eru sumbingar, ið við teirra serliga stevi trína dansin, meðan hólmurin og Beinisvør síggjast í baksýni.
Og rætt er. Tað er, sum hevur Eyvindur veruliga fangað rútmu og rørslu, so ein næstan fær hug at fara uppí ringin.
- Hetta skal gerast høvuðsverk mítt. Tá eg kenni, at at tað líður móti kvøldi, so fari eg í gongd við at fullføra høvuðsverkið, sigur Evindur Mohr.
Listamaður í andstøðu
Eyvindur er kendur, sum uppreistrarhugaður listamaður, ið ofta er í andstøðu mótvegis meira skipaða mentanarlívinum.
Hann sigur sjálvur, at hann sýnir fram heima við hús, tí hann hevur kvett alt samband við sokallaða skipaða listaheimin í Føroyum
Og hølini eru sanniliga snotulig og somuleiðis eru málninganir, so har er einki at finnast at.
- Beethoven sæst í øllum myndunum, sigur Eyvindur, meðan tónleikurin streymar úr hátalarunum.
- Hann, Beethoven, er listamaðurin, úrmælingurin. Onkur hevur fregnast, um eg ikki klári meg uttan Beethoven. Jú, men kanska vit kundu lært hvønn annan nakað, møguligvís, eg veit ikki, sigur, Eyvindur, ið ikki sigur seg vita, um hann hevur talent, tí tað er til eftirtíðina at døma um.
Øll hava hugin at skapa
- Kanska kundi hann, Beethoven, sagt, hov, hov, hatta er galið. Og tað viðgangi eg mangan, at alt er ikki, sum tað skuldi verið. Men øll menniskju hava talent, hugin til at skapa, sigur Eyvindur.
Eitt sindur um listamannin í andstøðu sæst eisini á lepanum, har Eyvindur bjóðar til sýning, Vernissage.
Ovast, í høgra horninum, stendur hetta ørindi:
If a man does not keep pace
with his companions,
perhaps it is because he hears
a different brummer
Let him step to the music
he hears,
however measured or far away
- Thoreau
Havnarrmaður við stóra H.
- Eg eri havnarmaður, men eg elski bygdarfólk. Eg plagi at minna fólk á, at tað skulu 3 ættarlið til, áðrenn ein kann kalla seg havnarfólk, sigur 72 ára gamli Eyvindur Mohr, ið er útlærdur hondverkari, verktoysmakari, við útmerkilsi. Hondverkarin Eyvindur greiðir eisini sjálvur hegnisliga rammurnar til myndur sínar úr hondum.
Eyvindur hevur greitt frá, undirhildið og víst okkum myndir í ein tíma, so eg og myndamaðurin byrja spakuliga at takka fyri okkum, meðan Eyvindur greiðir frá um ferðirnar til Rom og aðra staðni, og um framsýningina í New York fyri 4 árum síðani, har nærum øll verkini vórðu seld.
Rámandi mynd
Hesin litríki listamaðurin, sum í góðan tíma hevur ført okkum víða um ígjøgnum føroysk landsløg, málandi skemtifrásagnir og myrkari síður av lívinum og mentanarlívinum, sigur okkum farvæl, meðan síðsti málningurin bíðar eftir at fáa rammuna um seg.
Ein rámandi mynd, viðvíkjandi Eyvindi Mohr, ið ongantíð hevur passað innan rammurnar í føroyska mentanarlívnum, og sum ikki er lættur at seta í rammu, uttan so, at tú ert hepni ánarin av einum av hugtakandi málningum hansara.
Á Frúutrøð læt hann í gjár kl 15.00 upp framsýning í egnu hølum sínum. Landslagmyndir, við nakað av Beethoven afturvið, eru at síggja í snøggu framsýningarhøllini, sum listamaðurin sjálvur hevur evnað til, sum satt listarverk, ið hóskandi rúmar listarverkum hansara og dagliga listavirksemi hansara.










