, útflutningsfyritøkum og Fastogn, sum eigur fyri út við hálva milliard í vinnubygningum kring landið. Bigir Mohr passar ikki so væl inn í hasa myndina av banka- og tryggingarmonnum [...] vit bæði kundu lagt afturat og drigið frá. Men so sum bæði Dimmalætting og Sosialurin hava víst á, so hevur Tryggingarfelagið Føroyar ein marghátligan bygnað, líkur tí, sum gamli [...] nevndina í TF Holding og í nevndina í Eik Banka. Skal hann verða formaður í nevndini í Eik Banka, hví skal hann so ikki eisini verða formaður í TF Holding? Gjøgnum Eik Banka eigur tryggingarfelagið
Tað segði brandingsserfrøðingurin, Simon Anholt, í Degi og Viku fyrr í vikuni. Simon Anholt hevur gjørt kanning fyri Uttanríkisráðið um, hvat skal branda Føroyar, og hvussu vit eiga at branda [...] eitt ókent land, og tað einasta fólk kenna, er grindadrápið. Orsøkina sigur hann vera spurningin um hótt djórasløg, og alt stríðið og orkuna, sum felagsskapir sum Greenpeace hava lagt [...] mál til verulig stríðsmál. Simon Anholt segði eisini, at høvuðsorsøkin til at negativa brandingin við grindadrápinum er so sterk er, at grindadráp er ein góð søga hjá fjølmiðlum: Myndirnar
nir. Jú, tað er eitt eymt mál at skula nokta føroyingum at eta grind, treyðugt so. Men løgið er tað, at so lítil virðing er kring kanningarnar hjá Páli Weihe, sum hava vakt so stóran ans úti
er ikki hissini felag. Hetta er portrið hjá okkum út í heim – portrið, sum hevur so stóran týdning fyri samfelagið alt. Bæði tá tosað verður um fólkaflyting og fólkavøksturin, so hevur Atlantsflog [...] yvir fyri leiðsluni í Atlantsflog. Hann hevur eisini hótt við at tjóðartaka privata partapeningin í felagnum. Sum størsti partaeigari hevði tað onkustaðni verið ábyrgdarleyst, um hann sat
rikna fíggjarpolitikkinum, sum hjá hesum landsstýrinum. Stóru broytingarnar við flatskattinum og straksskattingini av pensjónunum hava fingið harðan kritikk, men tað rínur ikki við, tí [...] landsstýrinum aftur um brekku. Fakfeløgini hava boðað frá hørðum mótmælum – serliga eftir at Ingeborg Vinther, her í blaðnum mánadagin mælti til uppreistur móti samgonguni. Vit fáa so at síggja [...] sømt seg av landsstýrinum at verið meiri semjusøkjandi – og ikki at framt kollveltandi broytingar í óðum verkum við smølum meiriluta. Skal fólkið ikki missa álitið á politisku skipanina,
miðbýnum ans. Uppskotini um broytingar vóru sjálvandi væl grundað og professionelt gjøgnumarbeidd. Sjálvandi eru ymsar hugsanir um, hvussu og hvørjar broytingar skulu gerast. Skulu vit kritisera [...] býarrúm eisini kann skapast tá. Vit hava hóast alt fleiri landssynningsregndagar á Kongabrúnni ella útsynningsdagar í Vágsbotni – enn fløvandi sólskinsdagar, sum tó eru so góðir, [...] Men sólin skínur ikki hvønn dag – og tí hevði tað eisini verið áhugavert at sæð eina tekning av Vágsbotni, Vaglinum ella Kongabrúnni ein regnvátan dag, tá hann lá tráur av landsynningi
har talan er um løtuvinning, ella skal hann velja leiðina hjá fiskifrøðingunum, sum í øllum førum verður eitt »løtutap«. Verður trýstið skert so nógv, sum fiskifrøðingarnir mæla til, ja so [...] tað tykist, sum um hetta er leiðin, sum politikarar vilja ganga. Summir tykjast hella til fiskifrøðingarnar, men tá til stykkis kemur, so er tað leiðin hjá fiskimanninum, sum vinnur. Tað er væl [...] galin endi, tað kann ein og hvør rokna út. Tað ber ikki til, at vit sláa øll tilmæli frá fiskifrøðingum upp í glens, bæði okkara heimligu og tey frá ICES og øðrum. Tað er altso ov tápuligt. Troyta
komin í rættiligt ódnarveður, tí ting- og landsstýrismanningin hjá flokkinum í frustratión sendi út eina eftirlýsing eftir Gerhardi Lognberg. Leygardagin savnaði flokkurin so ovasta
Uppstillingin til umboðsráðið er torgreið og margháttlig, og mannagongdin, hvussu atkvøðuseðlar verða býttir út er beinleiðis ódemokratisk, har tað valevnið, ið megnar at fáa tryggingarfelagið [...] veruliga so, at leiðsla, nevnd og umboðsráð í tryggingarfelagnum ikki vilja hava, at øll skulu atkvøða? Fyri at sleppa undan misteinkiliggering, so eigur nýggja leiðslan alt fyri eitt at fáa [...] fyritøku á privata marknaðinum.»Absolutt, ja!« So greiður var nýggi stjórin í tryggingarrisanum, Tryggingarfelagnum Føroyar, tá útvarpið fríggjadagin spurdi hann, um tryggingar
við Smyril Line, so sótu vit allir føroyingar við skegginum í postkassanum, tí so var als einki ferðamannaskip, sum røkti okkara uttanlandssigling. Løgmaður var greiður í sínari talu. Hann [...] at hetta er ikki tíðin at peika eftir hvørjum øðrum, og at sorgarleikurin við Fiskavirking ikki neyðturviliga fær ein ringan enda. Í roynd og veru snýr tað seg bara um, at eitt stórt f [...] skorin burtur. Troyttandi er at hoyra upp á politikarar sum vilja hapsa sær politiskan vinning burtur úr einum slíkum sorgarleiki. Virðiligari er, at politiska skipanin og fakfelagsrørslan