Boðini hjá Dimmalætting eru mikið áhugaverd, hóast vit bæði kundu lagt afturat og drigið frá. Men so sum bæði Dimmalætting og Sosialurin hava víst á, so hevur Tryggingarfelagið Føroyar ein marghátligan bygnað, líkur tí, sum gamli Eik Banki hevði.
Tí er tað í veruleikanum ovasta leiðsla í Tryggingarfelagnum Føroyum, sum sjálv ger av, hvør myndar leiðsluna. Gott nokk er tað umboðsráðið sum velur nevndarlimir, men tað er sum oftast avtalað frammanundan. Um stutta tíð skulu nakrir nevndarlimir veljast. Okkara boð er, at Gunnar í Liða bæði verður valdur í nevndina í TF Holding og í nevndina í Eik Banka. Skal hann verða formaður í nevndini í Eik Banka, hví skal hann so ikki eisini verða formaður í TF Holding?
Gjøgnum Eik Banka eigur tryggingarfelagið nú í nógvum vinnuvirkjum, so sum skipasmiðju, alifelag, snikkaravirkjum, útflutningsfyritøkum og Fastogn, sum eigur fyri út við hálva milliard í vinnubygningum kring landið.
Bigir Mohr passar ikki so væl inn í hasa myndina av banka- og tryggingarmonnum. Hann hevur verið sýslumansskrivari á Sandoynni og virkin javnaðarmaður. Tað vóru í sínari tíð kvalifikatiónir at fáa okkurt politiskt bein at gnaga, men neyvan eru tað kvalifikatiónir, sum banka- og tryggingarfólk meta hægst. Tí gita vit, at Birgir Mohr glíður úr nevdnini í TF Holding, meðan Gunnar í Liða verður valdur í staðin.
Vit halda, at Tryggingarfelagið Føroyar skal broytast, so tað fær ein meira gjøgnumskygdan bygnað. Hetta eigur at vera gjørt beinanvegin, nú felagið er vorðið so sjónskt og fingið so stóra ávirkan á føroyskt vinnulív. Umboðsráðið átti beinanvegin at broytt nevndarbygnaðin í felagnum, so tað líktist meira eini partafelagsnevnd. Tað gevur onga meining at velja fólk í slíka nevnd at sita í fýra ár. Tað kundi verið ein byrjan, soleiðis at »eigararnir«, – gloymið nú ikki, at tryggingartakararnir eru veruligu eigararnir – kundu fingið eina ábending um, at vilji er til at broyta myndina av Tryggingarfelagnum Føroyum frá at vera ein tungur mastodontur við einum diffusum eigaraskara til eina modernaða marknaðardrivna fyritøku, sum kann stimbra og eggja privatum fyritaksemi.










