ODDAGREIN: Grindin ringasta brandið

Grindadrápið er størsta hóttanin móti um­dømi okkara. Nógv verrið enn homo­fob­iskir politikarar ella makrel­stjalandi sjómenn.

Tað segði brandings­ser­frøð­ing­ur­in, Simon Anholt, í Degi og Viku fyrr í vikuni. Simon Anholt hevur gjørt kann­ing­ fyri Utt­an­rík­is­ráð­ið um, hvat skal branda Før­oy­ar, og hvussu vit eiga at branda Føroyar.

Boðskapurin hjá honum var rætt­i­liga greiður: Grindadrápið er øðr­vísi, tí mong fólk hava tíverri á­huga fyri tí uttanlands - og tíverri er tað eisini einasta orsøk hjá fleiri til, at tey hava hoyrt um Føroyar, sigur hann.

Tað, sum kortini kann undra er, at hann í frágreiðing síni als ikki nevnir fótbóltin. Er tað so, at nógv fólk kenna okkum - og bara fyri tað ringa - vegna grindadrápið, so kann tað ikki passa, at ein slík kanning ikki hittir fólk, sum kenna okkum - fyri tað góða - gjøgn­um fót­bólt­in. Eru vit utt­an­lands, og kanska langt av landi skot­in, so hitt­ir tú al­tíð onkr­­an, sum tos­ar um før­oyska fót­­bólts­­lands­­lið­ið.

Men sambært kanningunum hjá Sim­on An­holt eru Før­oyar eitt ó­kent land, og tað einasta fólk kenna, er grind­a­dráp­ið. Orsøkina sig­ur hann vera spurn­­ing­­­in um hótt djór­a­sløg, og alt stríð­ið og ork­una, sum fel­ags­skap­ir sum Green­peace hava lagt í slíka mál í ár­a­tíggju til tess at fáa slík mál til ver­u­lig stríðsmál.

Sim­on Anholt segði eisini, at høv­uðs­­or­søkin til at nega­tiva brand­ing­in við grind­­­a­­dráp­i­num er so sterk er, at grind­­a­­dráp er ein góð søga hjá fjøl­­miðl­um: Myndirnar eru so sterk­ar, har er nógv blóð, og tað merk­ir, at tal­an verður um eina høv­uðs­søgu, sum fær fólk at keypa bløð og hyggja í sjónvarp.

Hann heldur, at tað er av týdn­ingi, at føroyingar hava virðing fyri neg­­­a­tivu um­tal­uni og ta styrki, hon hev­ur og mælir før­oy­ing­um til sum mót­trekk at koma við eini eins góð­ari søgu um grindadráp, sum fær fólk at fáa Føroyar høgt í metum. Men tað má ikki bara vera ein søga um, at Føroyar banna grindadrápi, tí tað er ikki nóg spennandi. Tað má gerast á ein spennandi og dram­a­t­isk­an hátt, segði hann. Hvør hesin háttur er, meldar søgan einki um.

Men vit verða helst noydd at tálma grindadrápi kortini. Ikki av tí at fólk úti í heimi taka synd í hval­u­num, men tí at mat­urin er eitr­að­ur. Tá vit ferð eftir ferð fáa læknalig til­mæli um ikki at eta grind, so má tað fyrr ella seinni enda við, at grind­a­dráp­ið steðgar.

Tann dramatiska søgan kann so verða, at grindin hjá føroyingum er eit­r­að av londum, hvørs íbúgvar halda tað verða so synd at drepa hval - sam­stund­is sum tey ikki himpr­­ast við at drepa fólk. Móður Dan­­mark ein av tjóðunum, sum drep­ur fólk.