ODDAGREIN: Glantrileikur og sjálvrós

At politikkur er glantrileikur gongur so mang­an sjón fyri søgn. Tað eru ikki tær týdningarmestu avgerðirnar, sum fáa mesta rásarúmið, meðan onn­ur smámál, sum als ikki eiga at verða mál, verða blást upp.

Vit hava sæð tað í Javn­að­ar­flokk­i­num seinastu dagarnar. Flokkurin er kom­in í rætt­iligt ­ódn­ar­veð­ur, tí ting- og lands­stýr­is­mann­ing­in hjá flokk­inum í frustr­a­tión sendi út eina eft­ir­lýs­ing eft­ir Ger­hardi Logn­berg. Leyg­ar­dagin savn­aði flokk­ur­in so ov­asta floks­app­ar­at­ið at loysa gord­iska knút­in. Loysn­in er sam­bært flokk­i­num, at øll ting­fólk eiga at møta til á­settar fund­ir, og hesa treyt hev­ur Ger­hard Logn­berg lovað at ging­ið undir.

Hetta er dømi um eitt mál, sum als ikki átti at komið so vítt. Hetta er eitt mál, sum flokkurin átti at loyst inn­an­hýsis. Júvíst eru summi fólk ó­møg­u­lig­ari enn onnur. Tað er eisini sjón fyri søgn í Javnaðarflokkinum. Men hetta er eisini politikkur, men um hetta fer at javna seg, fáa vit at síggja.

Í gjár fingu vit eitt annað marg­hátt­ligt bræv. Hes­a­ferð var tað Jørg­en Nicl­a­sen­, sum var farin í blekk­hús­ið. Hann er so fegin um, at tað hev­ur eydn­ast Fólka­flokkinum at forða lands­kassanum at seta pengar í at end­ur­reisa Eik: »Hóast trýst í fýra um­førum, helt Fólk­a­flokkurin fast. Lands­stýrið eigur ikki at stilla seg fyri markn­að­ar­kreft­u­num«, skriv­ar Jørgen Niclasen.

Tað er áhugavert, at utt­an­rík­is­ráð­har­r­in insinuerar, at »onkur« – tað má so í minst trimum av førunum vera Finansiel Stabilitet – hevur lagt trýst á lands­stýrið fyri at fáa prísin fyri Eik upp. Tað eru á­hug­a­verd­ir ­ og vælsaktans álítandi upplýsingar ­ sum utt­an­rík­is­ráð­har­r­in í heim­a­stýrinum Føroyum kemur við – uttan at vit hava blandað Wiki­Leaks uppí.

Men tá fólkafloksformaðurin sig­ur, at Fólkaflokkurin var garanturin fyri, at »landsstýrið eigur ikki at stilla seg fyri markn­að­arkreftunum«, so loyp­ir ketan av. Er tað ikki júst tað, sum Fólk­aflokkurin ­er trygdin fyri? Er tað ikki Fólka­flokk­urin, sum er trygdin fyri, at vit ikki hava ein fiskivinnupolitikk, sum bygg­ir á marknaðarkreftirnar?

Er tað ikki Fólkaflokkurin, sum stillar seg fyri markn­að­ar­kreft­ir­nar og harvið tryggj­ar, at vit hava eina fiskivinnu, sum ikki verður rikin á mest rat­i­o­nell­an og burð­ar­dygg­an hátt?

Tað er ikki serliga álitisvekjandi, at polit­ik­arar soleiðis koma fram og eftir­rat­i­onalisera og sum í hesum føri taka sær ábyrgdina av, at tað gekk – eftir teirra tykki – væl. Tað skuldi bara mangl­að, at landsstýrið gjørdið tað sum best var fyri landið og fólk­ið. Skalt tú hava rós, Jørgen, lat so onkran annan gera tað. Sjálv­rós stink­ar!