Tað er alla æru vert, at ein vinnulívsmaður – við góðum estetiskum sansi – av sínum eintingum tekur eitt slíkt mál upp til viðgerðar og formar eitt slíkt uppskot – fíggjað úr egnum lumma.
Eitt slíkt stig eiga vit at fegnast um, og Tórshavnar kommuna eigur at taka væl ímóti slíkum. Hugsandi er, at kommunalpolitikarar og embætisfólk hjá Tórshavnar kommunu kanska kenna seg traðkað á tærnar og vilja siga, at tey hava sæð uppskotini fyrr, og at fleiri liggja í skuffunum í gamla kommunuskúlanum á Vaglinum í Havn.
Tað kann væl vera. Men tey eru so í øllum førum ikki varpað so væl út til havnarborgarar, sum hetta uppskotið varð mikukvøldið, tá ein stúv-stappaður salur í Norðurlandahúsinum lýddi á við áhuga. Havnarborgarar eiga eisini at fegnast um, at tað eru so nógv fólk, sum geva miðbýnum ans.
Uppskotini um broytingar vóru sjálvandi væl grundað og professionelt gjøgnumarbeidd. Sjálvandi eru ymsar hugsanir um, hvussu og hvørjar broytingar skulu gerast.
Skulu vit kritisera eitt lítið sindur, so kundi størri dentur verið lagdur á handilslívið í Havn. Tað varð als einki nevnt um handlarnar, hvar teir skulu vera, hvussu vit økja talið av handlum og vinnuvirkjum í miðbýnum, tí tað er eyðsæð, at tað er handilslívið – saman við mentanarlívinum, sum fær fólk at koma oman í miðbýin.
Krumptappurin er sjálvandi fólkið, sum býr í miðbýnum. Men fæst virksemið ikki at blóma, so býður miðbýnum ikki bøtur.
Tað er eisini sera hugaligt at síggja, hvussu virksemi kann skapast í miðbýnum – og hvussu útilívið kann mennast. Men sólin skínur ikki hvønn dag – og tí hevði tað eisini verið áhugavert at sæð eina tekning av Vágsbotni, Vaglinum ella Kongabrúnni ein regnvátan dag, tá hann lá tráur av landsynningi – hvussu eitt nýtiligt og hugnaligt býarrúm eisini kann skapast tá. Vit hava hóast alt fleiri landssynningsregndagar á Kongabrúnni ella útsynningsdagar í Vágsbotni – enn fløvandi sólskinsdagar, sum tó eru so góðir, at teir skugga fyri øllum trega.
Havnar kommuna eigur at taka hetta uppskotið til sín – og til dømis skipa fyri eini ráðstevnu eftir valið, sum hevur til endamáls at skapa áhuga og kjak um, hvussu vit menna miðbýin í Havn. Øll eru góð við Havnina og miðbýin, men felags stevið til tess at menn miðbýin tykist torgreitt at fáa eyga á.










