Vit skuldu hava flakavirki á hvørjum tanga, men tað bar ikki til. Hetta sóu vit í kreppuni í nítiárunum. Flestu flakavirkini vóru løgd saman í almenna Fiskavirking, sum eftir besta førimuni skuldi royna at fáa so nógv virksemi í gongd aftur, sum til bar. Politiski myndugleikin - og samfelagið sum heild - kravdi meira av almenna býtisbarninum, enn kapitalistiski veruleikin loyvdi - og tí vórðu fleiri virki als ikki latin uppaftur. Men fimm hóraðu undan, til seinastu mønutrøini vórðu drigin seinasta fríggjadag.
Í Degi og viku í gjárkvøldið brikslaði forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag politiska myndugleikanum, at »teir« ikki gjørdu nakað sum helst fyri hesi fólkini, sum seinasta fríggjadag fingu at vita, at Fiskavirking varð farið á heysin. Hon vísti á, at tá tað galt um Smyril-Line, so var einki óført, og har »var bara talan um nøkur fá føroysk arbeiðspláss«.
Ofta verður farið um har, ið garðurin er lægstur, men viðurskiftini hjá Smyril Line eiga at setast í eitt víðari perspektiv. Vit kunnu halda tað, vit vilja, um Smyril Line, men um stuttskygdu andstøðupolitikararnir fingu sín vilja í sambandi við Smyril Line, so sótu vit allir føroyingar við skegginum í postkassanum, tí so var als einki ferðamannaskip, sum røkti okkara uttanlandssigling.
Løgmaður var greiður í sínari talu. Hann vísti í Degi og Viku á, at hetta er ikki tíðin at peika eftir hvørjum øðrum, og at sorgarleikurin við Fiskavirking ikki neyðturviliga fær ein ringan enda. Í roynd og veru snýr tað seg bara um, at eitt stórt flakavirki og nøkur skip skulu skifta eigara - og so fáa vit eigarar, sum helst hava ráð at gjalda – kanska øllum – starvsfólkunum løn, tí ráðvøran er til staðar – hon hvørvur ikki við einum fíggjarligum húsagangi.
Vit mugu øll vóna, at hesin húsagangurin skjótast verður avgreiddur, og at virki og skip skjótt koma í vinnu aftur - og at um yvirkapasitetur er, at hann so verður skorin burtur.
Troyttandi er at hoyra upp á politikarar sum vilja hapsa sær politiskan vinning burtur úr einum slíkum sorgarleiki. Virðiligari er, at politiska skipanin og fakfelagsrørslan standa saman og geva kapitalinum eina hjálpandi hond – og ein kjans at endurreisa hendan so týðandi partin av okkara búskapi og tilverugrundarlag hjá so stórum parti av fólkinum.










