ODDAGREIN: Gjøgnumskygni í nýggja banka

»Absolutt, ja!«
So greiður var nýggi stjór­in í trygg­­­ing­­ar­­risa­num, Trygg­ing­ar­fel­ag­­num Før­oyar, tá út­varp­ið fríggja­dag­in spurdi hann, um trygg­in­g­ar­­fel­­ag­­ið fram­vegis er á­hug­að í at keypa Eik Banka.
Regin Hammer eitur nýggi stjór­in í stóra sínamillum trygg­ing­ar­fel­ag­­num.

Vit ynskja honum hjart­a­liga til­lukku og bestu eydnu í starv­inum. Men vit fara samstundis at mæla hon­um til at gera nakrar broyt­ingar í felag­num. Sum stjóri í trygg­ing­ar­fel­ag­num hevur Regin Hamm­er sera stórt vald - ja, eins og stjór­ar­nir í Eik Banka á sinni, so ligg­ur í veru­leik­a­num alt ov nógv vald hjá stjór­a­num.

Vit vístu á henda trupulleika á hes­­um stað fyri júst einum mán­aði síð­ani, tá tað kom fram, at Trygg­ing­ar­fel­agið Føroyar var áhugað í at keypa Eik Banka. Vit síggja longu nú, at sam­an­set­ingin í Eik Banka var ein skand­ala. Eik Grunnurin átti meir­i­­lut­­an í bankanum og har­við alt vald­­ið. Hesum løgna grunni stjórn­aði stjórn bankans, og tí kundi tað næst­an bara endað galið.

Tað var Jørn Astrup Hansen, sum segði, at var ein vanlukka, at Spar­i­kass­ar sluppu at broyta seg til bank­ar, utt­an at bygnaðurin kring fel­agið varð broyttur. Tí at tað gav leiðsl­uni sjálv­­ari alt ov víðar heim­ild­ir, tí tað í veru­­­leik­a­num var leiðsl­an, sum stýrdi nevndini - og ikki øvugt.

Trygg­ingarfelagið er ikki ólíkt Eik Grunn­­inum. Tað ljóðar so pent, at øll, sum hava tryggingar hjá fel­ag­num, eiga felagið. Nevndin í Trygg­ing­ar­felagnum er vald av um­­boðs­­ráð­num, sum er eitt stórt og tungt apparat, sum neyv­an flyt­­ir nak­­að sum helst. Sum ein gom­­­ul kommunistisk leivd, ið verð­­ur sam­an­tvinn­að við eina mod­­ern­­aða markn­­að­ar­­drivna f­yr­i­­tøku.

Upp­still­ing­in til um­boðs­ráð­ið er tor­greið og marg­hátt­lig, og mann­a­gongd­in, hvussu atkvøðuseðlar verða býtt­ir út er beinleiðis ó­dem­o­krat­isk, har tað valevnið, ið megn­ar at fáa trygg­ing­ar­fel­ag­ið at senda flest­ar at­kvøð­u­seðl­ar út, hevur besta kjans­in. Bara tað at fel­ag­ið ikki sendir øllum trygg­in­g­a­r­­tak­ar­um atkvøðuseðlar er mis­teink­i­ligt - er tað veruliga so, at leiðsla, nevnd og umboðsráð í trygg­ing­ar­fel­ag­num i­kki vilja hava, at øll skulu at­kvøða?

Fyri at sleppa undan mis­teink­i­lig­ger­ing, so eigur nýggja leiðsl­an alt fyri eitt at fáa gjøgn­um­skygni í fel­ag­ið - skip­ið næsta um­boðsráðsval á vanligan demokratisk hátt!
Og skal TF Holding keypa Eik - kanska saman við landsstýrinum, so skal hetta sjálvandi vera eitt krav, at tryggingarfelagið verður um­­skip­­að soleiðis, at tað lýkur tær org­­a­n­i­­sa­tor­isku r­eglur, sum galda fyri eina sunna fyritøku á privata markn­að­inum.»Absolutt, ja!«

So greiður var nýggi stjór­in í trygg­­­ing­­ar­­risa­num, Trygg­ing­ar­fel­ag­­num Før­oyar, tá út­varp­ið fríggja­dag­in spurdi hann, um trygg­in­g­ar­­fel­­ag­­ið fram­vegis er á­hug­að í at keypa Eik Banka.
Regin Hammer eitur nýggi stjór­in í stóra sínamillum trygg­ing­ar­fel­ag­­num. Vit ynskja honum hjart­a­liga til­lukku og bestu eydnu í starv­inum. Men vit fara samstundis at mæla hon­um til at gera nakrar broyt­ingar í felag­num. Sum stjóri í trygg­ing­ar­fel­ag­num hevur Regin Hamm­er sera stórt vald - ja, eins og stjór­ar­nir í Eik Banka á sinni, so ligg­ur í veru­leik­a­num alt ov nógv vald hjá stjór­a­num.

Vit vístu á henda trupulleika á hes­­um stað fyri júst einum mán­aði síð­ani, tá tað kom fram, at Trygg­ing­ar­fel­agið Føroyar var áhugað í at keypa Eik Banka. Vit síggja longu nú, at sam­an­set­ingin í Eik Banka var ein skand­ala. Eik Grunnurin átti meir­i­­lut­­an í bankanum og har­við alt vald­­ið. Hesum løgna grunni stjórn­aði stjórn bankans, og tí kundi tað næst­an bara endað galið.

Tað var Jørn Astrup Hansen, sum segði, at var ein vanlukka, at Spar­i­kass­ar sluppu at broyta seg til bank­ar, utt­an at bygnaðurin kring fel­agið varð broyttur. Tí at tað gav leiðsl­uni sjálv­­ari alt ov víðar heim­ild­ir, tí tað í veru­­­leik­a­num var leiðsl­an, sum stýrdi nevndini - og ikki øvugt.
Trygg­ingarfelagið er ikki ólíkt Eik Grunn­­inum. Tað ljóðar so pent, at øll, sum hava tryggingar hjá fel­ag­num, eiga felagið. Nevndin í Trygg­ing­ar­felagnum er vald av um­­boðs­­ráð­num, sum er eitt stórt og tungt apparat, sum neyv­an flyt­­ir nak­­að sum helst. Sum ein gom­­­ul kommunistisk leivd, ið verð­­ur sam­an­tvinn­að við eina mod­­ern­­aða markn­­að­ar­­drivna f­yr­i­­tøku.

Upp­still­ing­in til um­boðs­ráð­ið er tor­greið og marg­hátt­lig, og mann­a­gongd­in, hvussu atkvøðuseðlar verða býtt­ir út er beinleiðis ó­dem­o­krat­isk, har tað valevnið, ið megn­ar at fáa trygg­ing­ar­fel­ag­ið at senda flest­ar at­kvøð­u­seðl­ar út, hevur besta kjans­in. Bara tað at fel­ag­ið ikki sendir øllum trygg­in­g­a­r­­tak­ar­um atkvøðuseðlar er mis­teink­i­ligt - er tað veruliga so, at leiðsla, nevnd og umboðsráð í trygg­ing­ar­fel­ag­num i­kki vilja hava, at øll skulu at­kvøða?

Fyri at sleppa undan mis­teink­i­lig­ger­ing, so eigur nýggja leiðsl­an alt fyri eitt at fáa gjøgn­um­skygni í fel­ag­ið - skip­ið næsta um­boðsráðsval á vanligan demokratisk hátt!
Og skal TF Holding keypa Eik - kanska saman við landsstýrinum, so skal hetta sjálvandi vera eitt krav, at tryggingarfelagið verður um­­skip­­að soleiðis, at tað lýkur tær org­­a­n­i­­sa­tor­isku r­eglur, sum galda fyri eina sunna fyritøku á privata markn­að­inum.