fara undir at kappast móti eini so stórari og grundfestari fyritøku, so kann ikki sigast annað enn, at tað grør um gangandi fót á fjarskiftisøkinum. Fyri stuttum fingu tvær nýggjar fyritøkur loyvið frá [...] ætlanir um einsamallir at eiga fyritøkuna. ? Vit fara at økja um kapitalgrundarlagi hjá fyritøkuni og tað hava longu verið fleiri fyrispurningar, sigur Ólavur Ellefsen. Men kann tað hugsast, at tit fara at [...] Eins og í londunum kring um okkum, varð fjarskiftistænastan í Føroyum givin upp til fría kapping fyri ikki so langari tíð síðani. Føroya Tele hevur ikki longur einkarrætt til fjarskiftistænasturnar, og
iði fram tey árini. Tá var nógv arbeiði í Vestmanna. Tá fingu vit stundir til, at gera onkran túr at fiska síl um kvøldarnar. Tað dámdi John so sera væl. Har uppi á vøtnunum millum fjalla, í tí reinu luftini [...] snøggliga komu so boðini: flyt, klokkurnar ringja til messu. Hesin sangurin eftir stórskaldið J.H.O. Djurhuus rann mær í huga, og helt eg hann passaði, so væl til John Smith, tá eg fekk tey tungu boð, at [...] aftaná strævnan dag. Í Vestmanna fingu vit nógvar vinir, sum blivu vinir okkara fyri lívið. Trúgvir sum vestmenninga eru. Nú vit vóru komnir í búnan aftur tosaðu vit ofta um tíðina í Vestmanna hvussu gott
hvat onnur gera, um enn tað er í sama faki, sum tey sjálvi arbeiða, ella tað er á øðrum økjum, tí tú kanst altíð brúka góð hugskot. Ein góð lopfjøl Men so er spurningurin millum annað, um fyrireikararnir [...] uttanlands eru heima um hetta mundið, og ein framsýning sum henda gevur teimum høvið til at finna nógv á einum stað, og tað er nokk ein orsøk til, at tað verður selt so nógv. Eitt annað er so úrvalið á framsýningini [...] Fyrireikararnir royna av øllum alvi at bera so í bandi, at framsýningin verður so fjølbroytt sum yvirhøvur gjørligt. Framsýnararnir sjálvir hjálpa væl til í so máta, tí tað er rættiliga ymiskt hvat verður
og tað var av tí, vit fingu ta stóru gleði at kenna teg. Hóast títt stóra brek vart tú altíð lívsglað og hevði gott mót uppá lívið. Vit eru sera takksamar fyri ta tíð, ið vit fingu saman við tær, og alt [...] og elskaði hann yvir alt. Stuttligt var at síggja hvussu væl tit skiltu hvørt annað á ein serstakan hátt, ið ongin annar skilti. Nú eru tit saman aftur, og gleðin er stór heima í Himli hjá Jesuspápa, har [...] ringt at skilja, at tú einans skuldi blíva 9 ár. Vit standa spyrjandi eftir og hugsa; hví skuldi tú so knappliga fara frá okkum. Hendan spurningin fáa vit ikki svar uppá her á foldum, men bílian sigur,
num hevði hórað so væl undan, tí blaðdeyðin er farin við flestu av teimum gomlu norðurlendsku arbeiðarabløðunum. ? Hetta er hugtakandi, og eg dugi væl at skilja tað skilagóða í, at tit eru farnir frá at [...] formaður Javnaðarfloksins fegnaðist um hetta høvið at tosa við formannin í danska Javnaðarflokkinum. Sum øllum kunnugt hava viðurskiftini teirra millum ikki altíð verið so góð, men ósemjurnar tykjast nú ruddaðar [...] Javnaðarflokkin og formannin í danska Javnaðarflokkinum, leggur Jóannes Eidesgaard dent á. ? Vit fingu høvi at tosa um aktuel mál - og sjálvandi var ríkisrættarliga støðan uppi og vendi. Eg greiddi honum frá
árum. Tíbetur hava vit megnað at staðið okkum, hóast hesar missirnar, og sjálvt um vit fara at sakna Kurt ógvuliga nógv, so havi eg tað álit á okkum, at vit fara at standa okkum. Vit miðja eftir meistaraheitinum [...] seg til stóru uppgávuna í Europa Cup í annaðkvøld. Spælararnir og venjararnir vóru komnir við Dúgvuni um Leirvíksfjørð og við bussi út á Toftir, har teir hittu Kurt Mørkøre, sum var komin úr Havnini. Tá [...] upphitingini var liðug, savnaði Tony Paris allar spælararnar á miðjuni og segði nøkur orð: ? Tit hava í dag hoyrt, at Kurt Mørkøre fer frá okkum, tí hann hevur fingið sáttmála í Noregi. Vit ynskja honum
til Føroya, og at alt hevði gingið sum tað skuldi. Ikki sama mistak Hvat veist tú um KÍ-liðið? ? Eg veit ikki so nógv um teir, men eg havi frætt, at teir hava selt enn ein spælarar. Teir hava áður selt [...] spældi 404 landskappingardystir fyri liðið, og var við í heili 89 Europa-Cup dystum, so hann veit, hvat tað snýr seg um á Svangaskarði í kvøld. Klaus Augentaler spældi 32 landsdystir fyri Týskland, og hann [...] endurtaka.. Hvør vinnur, tit ella KÍ? ? Eg vil altíð vinna, og vit fara eisini at royna at vinna dystin móti KÍ. Tað er umráðandi hjá okkum at fáa eitt gott úrslit í fyrra dystinum, so trýstið ikki verður ov
á mál, tá tað ræður um landsdystir á Tórsvølli, bæði tá tað snýr seg um fyrireikingar og avgreiðslu av tiltakinum, og tá tað snýr seg um undirtøkuna frá áskoðarunum. Hvat ætla tit at gera við tað? ? Fyri [...] býr. Hetta fingu vit avgjørt einki prógv fyri mikukvøldið, heldur var tað tvørtur ímóti. Og hvat ætlar tú at gera við tað? ? Føroyingar eru glaðir fyri fótbólt, men teir eru ikki glaðari enn so, at tá dysturin [...] í framtíðini, sigur Torleif Sigurðsson, sum staðfestir, at sjálvt um dystirnir verða spældir, har størsti parturin av fólkinum býr, so er langt á mál, áðrenn altjóða luttøkan fer at verða fíggja við á
og 30. september. Hevur tú nakra hugmynd av, hvussu stóra upphædd tit kundu havt fingið burturúr sjónvarpsrættindunum, um tað vóru tit, sum skuldu havt spælt móti spanska stórfelagnum? Kristjan á Neystabø: [...] ? Hetta er sum at ganga á bingo. 96 lið vóru í lutakastinum, og tú droymir um stóra vinningin, men tá tað er so tætt við, so er tað ikki frítt, at tú iðrar teg eitt sindur, heldur B36 formaðurin. [...] harmir um, at tað ikki eydnaðist teimum at vinna móti Ankaragücü og harvið at vera við í lutakastinum til næsta umfarið í UEFA Cup. Hetta vóru teir bæði av ítróttarligum ávum ? fyri spælarar við so nógvum
umsókn um stuðul, so verður peningur kortini latin øðrum felagnum, um tað so enn er av aðrari konto. Vit hava spurt Heðin Mortensen um tað ikki er eitt løgið samanfall í hesum málum. Hví vilja tit ikki veita [...] málið var málið um gamla B36 húsið. Her skuldi býráðið taka støðu til, um tað framhaldandi vildi leiga gamla B36 húsið til barnaansing, ella um húsið skuldi keypast. Avgerð varð tikin um tað seinna, og [...] eisini spurnartekin við, um tað er rætt, at ein fyritøka kemur inn á ítróttarøki á henda hátt, hóast talan er um eina nýggja ítrótt. ? Eftir míni meting hevði tað verið rættari, um tað vóru feløgini sjálv