Triðja árið á rað, skipað Menningarstovan og Føroya Heimavirkisfelag fyri søluframsýningini »Hendur & Hugflog« í høllini á Hálsi, og verður hugt eftir undirtøkuni, so kann ikki annað sigast enn, at tað hevur verið tørvur á eini slíkari framsýning.
Nógvar framsýningar eru í landinum millum ár og dag, men fyri bert tveimum árum síðani var eingin framsýning, sum bara var ætlað listhandverkarunum og heimavirkisfólki.
Tað er kanska orsøkin til at hugurin at luttaka hevur verið so góður øll trý árini, og tað er kanska júst orsøkin til, at fyrireikararnir halda á fram at skipa fyri framsýningini.
At tað hevur verið tørvur á eini slíkari framsýning ber eisini stóri skarin av vitjandi boð um.
Bæði undanfarnu árini hava umleið 3.000 fólk verið inni á gólvinum í høllini á Hálsi, og tað er ikki so lítið.
Vit hava verið og fingið eitt lítið prát við fyrireikararnar, sum eru Inga Simonsen og Suni Poulsen frá Menningarstovuni og Randi Vang frá Heimavirkisfelagnum.
Byrjaði í Íslandi
Hugskotið til framsýningina fingu fyrireikararnir tá tey vóru í Íslandi í 1996.
? Vit vóru har yviri í sambandi við líknandi framsýning á Akureyri í 1996, og niðurstøðan av túrinum var, at vit skuldu royna tað sama her. Tað gjørdu vit fyrstu ferð árið eftir, í 1997, siga tey trý.
Hetta var ein roynd at gera nakað heilt nýtt fyri eina »vinnu«, sum mangur ikki hevur roknað sum eina vinnu og niðurstøðan eftir fyrstu framsýningina var at hatta skuldi roynast aftur.
Men hvat er endamálið við framsýningini, um tað finst eitt einstakt høvuðsendamál?
? Endamálið við framsýningini er at menna listhandverk og heimavirking í Føroyum. Tað eru nógv fólk kring alt landið, sum sita og virka eitthvørt, og tað er fyri at stuðla teimum, at halda á fram, at henda framsýningin er sett upp á beinini, sigur Suni.
Við hesari framsýningini koma tey út millum aðrar framsýnarar, har tey síggja hvat tað er teirra »starvsfelagar« takast við, og kunnu taka við læru frá teimum.
Randi Vang vísir á, at tað er sera gagnligt hjá listhandverkarum, at síggja hvat onnur gera, um enn tað er í sama faki, sum tey sjálvi arbeiða, ella tað er á øðrum økjum, tí tú kanst altíð brúka góð hugskot.
Ein góð lopfjøl
Men so er spurningurin millum annað, um fyrireikararnir halda, at tað hevur eydnast teimum at fáa gongd í hesa »vinnuna«.
? Vit skulu vera varin við at siga, at vit hava fingið gongd í, men vit kunnu siga, at vit saman við framsýnarunum hava sett skjøtul á eitt arbeiði, sum tekur rættiliga langa tíð, siga tey trý.
Hvat er tað so, sum tit hava sett gongd á?
? Tað, sum eg haldi hevur størstan týdning er, at fólk, sum fáast við handaverki skulu læra at selja tað tey gera fyri pengar, sigur Randi Vang.
? Nógv av teimum, sum eru við hava í fleiri ár arbeitt við handaverkinum, og hava í nógvum førum latið lutirnar frá sær uttan at taka stórvegis av peningi fyri vøruna. Tann »prosessin« at læra at taka pengar fyri sítt arbeiði er nakað sum tekur tíð, sigur Randi Vang.
Hon heldur, at handverksfólk ofta eru í so lítillátin, og at tað ávirkar evnini at áseta rætta prísin.
Og hon veit hvat hon tosar um, tí hon er listhandverkari sjálv, hóast hon tó heldur vil kalla seg handverkara enn listafólk.
Sølustevna
og framsýning
Nú hevur framsýningin øll trý árini ligið í juli mánaði, seinasta vikuskiftið áðrenn ólavsøku, og tað er kanska onkur, sum heldur, at tíðarbilið er væl valt, serliga tá ein hugsar um søluna.
? Hetta er ein sølustevna og ein framsýning har listhandverkararnir fáa høvi til at vísa fólkið - bæði keypmonnum og kundum, hvat at er, tey gera.
? Fleiri teirra, sum vit hava tosað við siga, at sølan í veruleikanum ikki er tað týdningarmesta hesar dagarnar, sigur Inga Simonsen.
? Tey vísa á, at tey koma út við tí tey hava gjørt, og á tann hátt vísa kundunum, at tey eru til. So kann tað vera, at kundarnir venda aftur seinni, um teir ynskja at keypa. Soleiðis fáa handverkararnir kontaktirnar út til kundarnar, og tað siga fleiri teirra, hevur sera stóran týdning, leggur Inga Simonsen afturat.
Men kortini er tað ein veruleiki, at tað verður selt rættiliga nógv á sjálvari framsýningini.
? Nógvir føroyingar, sum búgva uttanlands eru heima um hetta mundið, og ein framsýning sum henda gevur teimum høvið til at finna nógv á einum stað, og tað er nokk ein orsøk til, at tað verður selt so nógv. Eitt annað er so úrvalið á framsýningini. T. d. eru fleiri básar, sum hava ymiskt til føroysk klæði, og tað verður eisini selt nógv av.
Kortini leggja fyrireikararnir dent á, at hóast talan er um eina sølustevnu, so hevur tað stóran týdning, at framleiðararnir halda fast við teirradagliga sølunet.
Framsýningin er ikki á nakran hátt ætla at koma í-staðin fyri hetta sølunet, men er heldur ætla til at styrkja marknaðarføringina av vørunum, og kemur hetta vónandi eisini handlunum til gagns.
Fjølbroytni skal til
Fyrireikararnir royna av øllum alvi at bera so í bandi, at framsýningin verður so fjølbroytt sum yvirhøvur gjørligt.
Framsýnararnir sjálvir hjálpa væl til í so máta, tí tað er rættiliga ymiskt hvat verður sýnt fram í teimum ymsu básunum.
Fyri at seta ein eyka dám á, hava fyrireikararnir tey bæði seinnu árini boðið útlendskum gestaframsýnarum við til framsýningina.
Tað er altíð eitt »náttúrligt« skifti millum luttakararnar. Ikki allir, sum vóru við í fjør, eru við í ár, og soleiðis skal tað eisini vera halda tey trý.
? Hjá nøkrum er tað tí, at tað ikki hava stundir tí tey hava so nógv at gera, og hjá øðrum er tað tí, at tey heldur vilja bíða eitt ár, áðrenn tey koma við aftur.
Men hóast tað, so halda fyrireikararnir, at tað eisini er neyðugt við íblástri uttanífrá.
? Vit hava tað fatan, at tað kann vera gagnligt fyri føroysku framsýnararnar at síggja hvussu útlendingar arbeiða, og tí hava vit tey bæði seinnu árini boðið útlendingum við.
Í fjør var gestaframsýnarin ein føroyingur, sum er búsitandi í Danmark, men í ár koma gestaframsýnararnir úr Íslandi, og fyrireikararnir halda sjálvir, at tey hava fingið trý sera spennandi og fjølbroytt íslendsk lista- og handverksfólk hendavegin.
? Næsta ár kann verða, at vit bjóða onkrum úr Hetlandi at koma hendavegin, ella úr Noregi, sigur Randi Vang.
Geva handlum fyrimun
Ein onnur broyting í mun til undanfarin ár, er at í ár verður framsýningin latin upp í tveimum pørtum.
Klokkan 13 verður framsýningin latin upp fyri innbodnum, meðan hon letur upp fyri almenninginum klokkan 15.
? Vit gera tað soleiðis í ár fyri at geva viðskiftafólkunum hjá teimum, sum sýna fram, ein fyrimun. Hini bæði árini hevur tað verið so, at dyrnar eru latnar upp eina ávísa klokkutíð og tá hava vit ikki hugsað um t. d. handlarnar, sum selja vørurnar hjá framleiðarunum. Hetta vildu vit broyta í ár, og tí hava vit avgjørt, at frá klokkan 13-15 er bert opið fyri innbodnum.
Fyrireikararnir vóna at síggja eins nógv fólk íár og undanfarnu árini.