Tony miðjar framvegis høgt

Fótbóltur: Og mest royndu klaksvíkingarnir ætla enn eina ferð at vísa, at teir kunnu vera við í toppinum, sjálvt um teir hava mist ein av mest týdningarmestu spælarunum

Mánakvøldið vóru klaksvíkingar á Svangaskarði, har teir aftur í kvøld fara at fyrireika seg til stóru uppgávuna í Europa Cup í annaðkvøld. Spælararnir og venjararnir vóru komnir við Dúgvuni um Leirvíksfjørð og við bussi út á Toftir, har teir hittu Kurt Mørkøre, sum var komin úr Havnini.

Tá upphitingini var liðug, savnaði Tony Paris allar spælararnar á miðjuni og segði nøkur orð:

? Tit hava í dag hoyrt, at Kurt Mørkøre fer frá okkum, tí hann hevur fingið sáttmála í Noregi. Vit ynskja honum alt tað besta, men tað er sera týdningarmikið, at vit ikki missa málið úr eygsjón. Málið er at vinna FM, og vit mðja framvegis á sama málið. Kurt hevur verið liðformaður og leiðari inni á vøllinum, nú mugu vit síggja, hvør annar hevur evni at ganga undan.

Hetta vóru orðini hjá venjaranum, og tá vit seinni fingu tonna á hann, ásannaði hann, at hann læði við øðrum eyganum og græt við hinum:

? Eg frætti fríggjakvøldið, at eitt norskt felag var áhugað í Kurt, og sunnukvøldið var tað álvari í. Eg haldi nógv av spælarunum hjá mær, eg ynski teimum alt tað besta, og eg haldi, at tað er hugaligt hjá Kurt at fáa ein sovornan møguleika. Men vit fara at sakna hann ómetaliga nógv. Kortini haldi eg, at vit framvegis hava nóg gott tilfar á liðnum at halda tørn um oddaplássið. Tað, sum vit hava rokkið higartil, hevur verið grundað liðavrik, og vit fara hesar komandi vikurnar í felag at arbeiða okkum longri fram.


Ikki ókend støða

Kurt Mørkøre hevur skorað tólv av teimum 26 málunum, sum KÍ hevur fingið í landskappingini, og spælararnir kenna tað sum stóran sakn, at liðformaðurin mynstrar av:

? Hetta er ikki fyrsta ferðin, at vit missa, og vit missa altíð úr tí betra endanum, sigur Harley Bertholdsen, sum hevur verið við øll níti árini:

? Vit mistu Toda Jónsson, Jákup Mikkelsen og Allan Mørkøre til onnur feløg, og vit sakna Allan Joensen, sum hevur verið skaddur tað mesta av tveimum árum. Tíbetur hava vit megnað at staðið okkum, hóast hesar missirnar, og sjálvt um vit fara at sakna Kurt ógvuliga nógv, so havi eg tað álit á okkum, at vit fara at standa okkum. Vit miðja eftir meistaraheitinum, og vit rokna við at fáa góða hjálp frá Kurt, tá vit sunnudagin fara í Gundadal at spæla móti HB, sigur Harley Bertholdsen, sum saman við Jan Andreassen og Jan Joensen hevur verið eykaliðformaður hjá Kurt Mørkøre.