Eirikur Lindenskov
Tað var forsætisráðharrin sjálvur, sum hevði biðið um at sæð blaðhúsinum hjá Sosialinum - og biðið lovað sær at havt fundin við Jóannes Eidesgaard í blaðhúsunum.
Poul Nyrup Rasmussen segði seg vera hugtiknan av, at Sosialurin sum eitt av teimum gomlu arbeiðarabløðunum hevði hórað so væl undan, tí blaðdeyðin er farin við flestu av teimum gomlu norðurlendsku arbeiðarabløðunum.
? Hetta er hugtakandi, og eg dugi væl at skilja tað skilagóða í, at tit eru farnir frá at vera eitt floksblað til at vera eitt tíðindablað, segði forsætisráðharrin.
Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins fegnaðist um hetta høvið at tosa við formannin í danska Javnaðarflokkinum. Sum øllum kunnugt hava viðurskiftini teirra millum ikki altíð verið so góð, men ósemjurnar tykjast nú ruddaðar av vegnum, og partarnir tosa nú væl saman.
? Hetta var ikki ein fundur millum meg og danska forsætisráðharran Hetta var ein fundur millum formannin í føroyska Javnaðarflokkin og formannin í danska Javnaðarflokkinum, leggur Jóannes Eidesgaard dent á.
? Vit fingu høvi at tosa um aktuel mál - og sjálvandi var ríkisrættarliga støðan uppi og vendi. Eg greiddi honum frá upplegginum hjá Javnaðarflokkinum í sjálvstýrismálinum, sum hann annars hevur fingið umsett til danskt.
? Síðani faldarin kom út hava vit útgreinað ymisk viðurskifti, sum eg nú fekk greitt honum nærmari frá, sigur Jóannes Eidesgaard, og vísir m. a. til tað, sum Frederik Harhoff greiddi frá í útvarpinum herfyri um uppskot til broytingar í grundlógini.