kappróður Starturin var ikki heilt sannførandi, men kortini megnaðu kvinnurnar úr Sandavági at koma á mál meiri enn eina bátslongd frammanfyri Sílið, sum alt kappingarárið hevur verið argasti kappingarneytin [...] sum í kappróðrinum á Ólavsøku megnaði at vinna bæði ólavsøkuróðurin og FM heitið, var Ørnin úr Sandavági. Longu í heimasjógvi fyri stívliga tveimum vikum síðani tryggjaðu kvinnurnar á Ørnini sær FM heitið [...] glapp hjá Ørnini, og seinasta teinin undir Molanum var talan um uppvísningsróður hjá teimum úr Sandavági. - Vit vistu, at vit noyddust at berjast fyri sigrinum, og tað gjørdu vit. Vit høvdu ikki havt verið
húsunum Undir Fobbakleti í Sandavági, har níggju starvsfólk í skiftisvaktum skulu vera um tey fimm búfólkini, sum fara at búgva fast í nýggja sambýlinum. Eftir at hesi sethús í Sandavági fyri umleið hálvumøðrum [...] Sambýlið í Sandavági letur nú endiliga upp. Liðið er umleið hálvtannað ár, síðan eini sethús vóðru keypt til at hýsa sinnisveikum, men ikki fyrr enn nú verður gjørt klárt at flyta inn. Tey stákast í húsunum [...] eisini, sigur Signa Andreasen. Men enn er einki avgjørt her heldur. Bara at tosa um Sambýlið í Sandavági, heldur hon vera í so keðiligt, og vildi helst sloppið at givið húsinum eitthvørt lokalt navn, sigur
Tað var Hertha Simonsen í Sandavági, sum ringdi inn og slapp at snara gekka-hjólinum í kvøld. Omma hennara, Edith Simonsen, hevði fingið fulla plátu, og nú skuldi ommudóttirin royna seg sum fjarritara [...] stýrt ommu síni, Edith Simonsen, heilar 400.000 skattafríar krónur úr Havn og heim til Sandavágs. Í Sandavági høvdu tey - eini 15 fólk tilsamans - hugt eftir hondbóltsdystinum millum Danmark og Spania, og so [...] seinastu orðini hjá fjarritaranum, Herthu Simonsen, sum uttan iva eigur eina sera glaða ommu í Sandavági í kvøld.
Ein óvanliga ómenniskjalig gerð varð gjørd í Sandavági seinnapartin í gjár. Thordis Anderson og Høgni Petersen búleikast í húsum í Sandavági, og klokkan 15.15 í gjár stóð teirra lítli hundahvølpur bundin [...] tað lítlu løtuna tey vóru í húsinum varð hvølpurin tikin úr túninum. Tey bæði koyrdu fyrst runt í Sandavági í ein tíma ella so í royndini at leita eftir hundinum, tey søgdu eisini familju frá, so at hesi
trína inn í kaffistovuna, Fiskastykkið, í Sandavági, verða førd aftur í søguna. Hendan heilt serstaka kaffistovan, niðri við sjóvarmálan ytst í bygdini í Sandavági, heldur til í einum gomlum pakkhúsi frá [...] veðrið er til vildar. Tað eru nógv útlendsk ferðafólk, sum hava uppdagað hesa serstøku perluna í Sandavági, og um summarið er ein stórur partur av viðskiftafólkunum útlendsk ferðafólk, bæði bólkar og ei
Ørnin úr Sandavági plagar at standa seg væl í kappingini millum kvinnur. Í fjør vóru tær FM vinnarar. Í ár hava tær úr Sandavági ikki gjørt so nógv um seg. Men í dag gekk upp á stás hjá teimum. Ørnin var [...] løtu stóð kappingin millum Ørnina og Sílið, men so glapp hjá Ørnini, og á málinum var báturin úr Sandavági leysur av Sílinum. Vinnarin á Sundalagsstevnuni í Hvalvík, Frúgvin úr Miðvági, var alla tíðina
vóru teir fyrstu føroyingar sum tóku hesa útbúgving. Karl Eli er føddur í Sandavági í 1962, sonur Jacobinu, f. Petersen, úr Sandavági, og Petur Jacob Sigvardsen frá Gjógv. Systkini hjá Karl Eli eru Estrid [...] áhugaður í at fara á flot, fiska síl og ganga á fjall. Vanliga gongur hann á fjalli í Oknadali í Sandavági og í Sáttarenni í Funningsfirði. Eisini hevur hann góðan hug at ferðast í Føroyum og ikki minni
og als ikki við tara og gras. Men tað var júst ein slík mótasýning, ið var í vakstrarhúsinum í Sandavági seinnapartin í gjár, har Óluva á Lofti sýndi fram brúðarblómutyssi, hon hevði gjørt sum sveinastykki [...] Óluvu fremmandar. Fyri skjótt 33 árum síðani byrjaði pápi hennara, Kári á Lofti, eitt vakstrarhús í Sandavági. Hann hevði gingið á landbúnaðarskúla í Noregi, og heimaftur komin fór hann undir at framleiða grønmeti [...] á Lofti. Nú er hon so útbúgvin blómudekoratør, og sýndi í tí sambandi sveinastykki sítt fram í Sandavági í gjár. Sveinastykki er ellivu ymisk brúðarblómutyssi, summi teirra framleidd úr føroyskum tilfari
5-MANNAFØR KVINNUR Ørnin úr Sandavági hevur vunnið sær tað plássið í kappingini millum 5-mannafør við kvinnum aftur, sum Ørnin so ofta hevur verið á áður. Hagtølini siga, at Ørnin í tíðarskeiðnum 1988-1998 [...] tað skal metast út frá tveimum teimum fyrstu róðrunum í ár, so eru vánirnar góðar fyri, at tær úr Sandavági eru komnar aftur á gamlar gøtur. Tær liggja á kósini at vinna FM, og tær dylja ikki, at ætlanirnar [...] bátslongd. Men Ørnin var aftur hesa ferð fremst, og nógv skal venda upp, sum nú vendir niður, um tær úr Sandavági skulu missa flogið og koppast av trónuni. 5 mannafør kvinnur 1Ørnin05:18.03 2Sílið05:20.12 3Jallur05:21
Nú er klárt at flyta inn í heimið fyri sinnisveik, sum skal vera í Sandavági. Men nú verður bíðað eftir, at fíggjarlógin verður samtykt. Signa Andreasen í Vestmanna er sett sum leiðari á heiminum. Hon [...] eru úr Vágum, og hini búgva á Streymoynni. Einki av búfólkunum, sum í fyrsta umfari flyta inn í Sandavági, er úr Vágum, sigur Signa Andreasen. Talan er um fólk, sum flyta av psykiatrisku deild á Landss [...] pláss á varda verkstaðnum, sum nú kemur í Sørvági. Tað er pláss fyr fimm búfólkum á heiminum í Sandavági. Men í fyrsta umfari eru tey bara trý, sum flyta inn.