kappróður
Starturin var ikki heilt sannførandi, men kortini megnaðu kvinnurnar úr Sandavági at koma á mál meiri enn eina bátslongd frammanfyri Sílið, sum alt kappingarárið hevur verið argasti kappingarneytin hjá Ørnini.
Fyrsti báturin, sum í kappróðrinum á Ólavsøku megnaði at vinna bæði ólavsøkuróðurin og FM heitið, var Ørnin úr Sandavági.
Longu í heimasjógvi fyri stívliga tveimum vikum síðani tryggjaðu kvinnurnar á Ørnini sær FM heitið.
Tær vildu ógvuliga fegnar eisini vinna á Ólavsøku, og tað gjørdu tær væl og virðiliga. Sílið fekk besta startin, og Sílið var fremst fittan part av teininum. Munurin aftur til Ørnina var eina løtu fram ímóti einari bátslongd.
Men so var tað, at Ørnin fór at gera um seg. Stútt og støðugt tók Ørnin seg inn á Sílið, og tá ið tað restaðu trý hundrað metrar var javnt. Nakrar metrar reið um snarið. So glapp hjá Ørnini, og seinasta teinin undir Molanum var talan um uppvísningsróður hjá teimum úr Sandavági.
- Vit vistu, at vit noyddust at berjast fyri sigrinum, og tað gjørdu vit. Vit høvdu ikki havt verið eins rættir FM vinnarar, um vit ikki høvdu havt vunnið á Ólavsøku, sum vit eru tað, nú vit hava vunnið á Ólavsøku. Vit hava allar róð í fleiri ár, og vit vistu, hvat vit vildu, tá ið vit fóru undir venjingarnar. Tað hava vit rokkið, staðfesti fegna manningin á Ørnini, róðrarstoltleikin hjá Sandavági, sum ikki enn vita at siga, um tær nú eru so mettar av sigrum, at tær ikki fara at halda fram at rógva.
Sílið megnaði enn eina ferð at koma næstfyrst á mál og harvið at staðfesta, at manningin hjá Havnar Róðrarfelag er verdugir vinnari av silvurkrónunum, sum longu vóru tryggjaðar undan Ólavsøkuni.
Størsti spenningurin í FM høpi var um, hvør fór at vinna bronsumerkini. Ritan var best fyri í tí kappingini undan Ólavsøkuni, og við triðja plássinum á Ólavsøku tryggjaði Ritan sær bronsumerkini. Ritan var stóran skut undan Jallinum á mál. Tað vóru júst hesir báðir bátarnir, sum kappaðust um bronsumerkini.
Junkarin var fittan part av teininum við til at seta dám á. Á síðstu metrunum var Junkarin ov stuttur í kappingini um fjórða plássið, og so endaði hann á fimta plássinum, sum hann hevur verið á tríggjar ferðir. Tvær ferðir hevur Junkarin verið nummar fýra og tvær ferðir nummar seks.
5-mannafør kvinnur úrslit á Ólavsøku
NummarBáturTíð
1Ørnin4:51.19
2Sílið4:55.02
3Ritan4:59.05
4Jallurin5:00.05
5Junkarin5:00.07
6Drekin5:03.06
7Báran5:06.14
8Tjaldrið5:07.14
9Blikur5:30.19