Tað slepst ikki undan, at tey, sum trína inn í kaffistovuna, Fiskastykkið, í Sandavági, verða førd aftur í søguna.
Hendan heilt serstaka kaffistovan, niðri við sjóvarmálan ytst í bygdini í Sandavági, heldur til í einum gomlum pakkhúsi frá 1912, har tey pakkaðu klippfisk, sum var turkaður á fiskastykkinum beint uttan fyri.
Nú er pakkhúsið umvælt við kerligari hond, har nógv av gamla er varðveitt, og við sansi fyri tí søguliga virðinum í húsinum. Eitt nú hanga fleiri myndir frá gomlu klippfiskatíðini á bróstinum, og tey hava eisini varðveitt ymsan gamlan reiðskap.
Nú er kafé í húsunum, har fólk kunnu njóta eina lætta máltíð undir hesum heilt serstøku umstøðunum. Jónleyg Joensen, sum er leiðari í Fiskastykkinum, sigur, at av tí, at talan er um eitt gamalt pakkhús til klippfisk, hava tey hildið seg til tað, so tey borðreiða bara við ymsum fiskarættum. Men harumframt hava tey eisini kaffi og køkur, og annað, sum hoyrir eini vanligari kaffistovu til.
Tey leggja stóran dent á at hava mat á serliga høgum støði, og tískil er alt eisini heimagjørt úr teimum bestu rávørunum.
Tað eru pláss fyri 42 fólkum í kaffistovuni, men nú eru tey eisini í ferð við eitt heilt serstakt útiøki í gjónni ímillum pakkhúsið og sjálvt fiskastykkið, har fiskurin varð turkaður.
So tá ið veðrið er til vildar, kunnu fólk so eisini sita har, á fyrstu parkett, við einum framúr útsýni yvir fjøruna og fjørðin, tá ið veðrið er til vildar.
Tað eru nógv útlendsk ferðafólk, sum hava uppdagað hesa serstøku perluna í Sandavági, og um summarið er ein stórur partur av viðskiftafólkunum útlendsk ferðafólk, bæði bólkar og einstaklingar.
Men føroyingar leggjast eisini afturat, so nú eru tað eisini nógvir føroyingar inni á gólvinum.
Úr »Ferðast í Føroyum«, Sosialurin 25. apríl 2022
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##