Skoraði 400.000 krónur í Gekkinum

Tað var lív í, tá fjarritarin í Gekkaspælinum í kvøld, Hertha Simonsen, hálaði ommu síni 400.000 krónur heim til Sandavágs.

 

Tað var Hertha Simonsen í Sandavági, sum ringdi inn og slapp at snara gekka-hjólinum í kvøld. Omma hennara, Edith Simonsen, hevði fingið fulla plátu, og nú skuldi ommudóttirin royna seg sum fjarritara.

Og vit kunnu róliga siga, at tað gekk so væl, sum tað yvirhøvur kundi ganga, tí bara lítla løtu seinni var omma hennara vorðin heilar 400.000 skattafríar krónur ríkari!

Høvuðsvinningurin í Gekka-spælinum í kvøld var á 1,2 miljónir krónur, og Edith Simonsen valdi at deila upphæddina í teir tríggjar leyparnar - við 400.000 krónum í hvørjum leypi. Løtu seinni skuldi tað vísa seg, at hetta var eitt skilagott val og ein røtt avgerð, sum omman hevði tikið.

Lítla løtu eftir, at Hertha Simonsen hevði sett hjólið í gongd fyri ommu sína, hoyrdist, at hon trýsti á knøttin fyri, at hjólið skuldi steðga aftur. Kanska hugsaði tú... "ja, ja, men lat bara hjólið mala eina løtu..."

Men, nei. Her skuldi tað nevniliga vísa seg, at Hertha Simonsen hevði trýst á knøttin júst í rættari løtu, tí róliga smeyg hjólið sær fram eftir - seym fyri seym - til tað at enda steðgaði so beint á tí bláa leypinum.

Nú var nógv at hoyra í telefonini aftan fyri fjarritaran, Herthu Simonsen, og fólk smáróptu og skríggjaðu. Ikki løgið, tí nú hevði ommudóttirin stýrt ommu síni, Edith Simonsen, heilar 400.000 skattafríar krónur úr Havn og heim til Sandavágs.

Í Sandavági høvdu tey - eini 15 fólk tilsamans - hugt eftir hondbóltsdystinum millum Danmark og Spania, og so ætlaðu tey sær eisini at spæla Gekk, tá løtan kom. Tað gjørdu tey rætt, og í kvøld hevði Edith Simonsen so sanniliga eydnuna við sær.

- Stóra, stóra takk, vóru seinastu orðini hjá fjarritaranum, Herthu Simonsen, sum uttan iva eigur eina sera glaða ommu í Sandavági í kvøld.