Bíða eftir fíggjarlógini

So skjótt fíggjarlógin er samtykt, verður heimið fyri sinnisveik latið upp í Sandavági. Starvsfólkini eru sett, og nøkur búfólk flyta beinanveg, opið er

Nú er klárt at flyta inn í heimið fyri sinnisveik, sum skal vera í Sandavági. Men nú verður bíðað eftir, at fíggjarlógin verður samtykt.
Signa Andreasen í Vestmanna er sett sum leiðari á heiminum. Hon sigur, at aftur at henni eru átta starvsfólk sett í starv. Enn eru starvssetanirnar bara munnligar, tí tað ber ikki til at geva fóki skrivliga fráboðan, fyrr enn hon veit, um nakrir pengar yvirhøvur eru til tess.
Av teimum átta starvsfólkunum, sum sett eru aftur at leiðaranum, eru seks kvinnur og tveir menn. Fýra teirra hava viðkomandi útbúgving, og hini, sum sett eru, hava dúgvar arbeiðsroyndir at taka av, sigur leiðarin. Seks av starvsfólkunum eru úr Vágum, og hini búgva á Streymoynni.
Einki av búfólkunum, sum í fyrsta umfari flyta inn í Sandavági, er úr Vágum, sigur Signa Andreasen. Talan er um fólk, sum flyta av psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum, nú pláss er fyri teimum aðrastaðni. Hetta eru vaksin fók í aldrinum millum 35 og 55 ár, sigur leiðarin.
Hesi fólkini eru kropsliga væl fyri, og kunnu tí taka hond í eitthvørt arbeiði, sum kann bjóðast teimum. Tó eru tey sinnisliga so mikið veik, at tey hava tørv á, at fólk er um tey alt samdøgurði.
Signa Andreasen sigur, at eitt, sum hesum fólkunum dámar sera væl, og sum tykist hava góða ávirkan á fólk í teirra støðu, er at sleppa at ríða. Eisini hevði verið ynskiligt at fingið til dømis eitt jarðarstykki at dyrka, sigur hon.
Av øðrum tilboðum í oynni eru til dømis svimjing og møguliga pláss á varda verkstaðnum, sum nú kemur í Sørvági.
Tað er pláss fyr fimm búfólkum á heiminum í Sandavági. Men í fyrsta umfari eru tey bara trý, sum flyta inn.