Sandavágur: Hundahvølpur stolin og dripin

- Hann varð tikin út túninum og lagdur aftur deyður fýra tímar seinni, sigur Thordis Anderson, eigari.

Ein óvanliga ómenniskjalig gerð varð gjørd í Sandavági seinnapartin í gjár. Thordis Anderson og Høgni Petersen búleikast í húsum í Sandavági, og klokkan 15.15 í gjár stóð teirra lítli hundahvølpur bundin uttanfyri, meðan tey bæði fóru innum eftir jakka og øðrum, so tey kundu fara túr við hundinum.

 

 

Men tað lítlu løtuna tey vóru í húsinum varð hvølpurin tikin úr túninum. Tey bæði koyrdu fyrst runt í Sandavági í ein tíma ella so í royndini at leita eftir hundinum, tey søgdu eisini familju frá, so at hesi kundu halda eyga við hundinum, og at enda fóru tey gangandi á smølum gøtum og á bøi fyri at finna hvølpin, sum helst ikki fann heim aftur sjálvur.

 

 

Eftir nakrar tímar gjørdist tey bæði svong, og valdu at fara heim at eta okkurt, áðrenn leitað skuldi vera víðari.

 

 

- Meðan vit sótu við døgurðaborðið hoyrdu vit, at eina kjallarahurðin gekk. Fyrst hildu vit bara, at tað vóru smábørn, sum spældu uttanfyri, eins og tey mangan gera, sigur Thordis Anderson.

 

 

Men Høgni bar eyga við, at ein ungur drongur fór leypandi frá kjallarahurðini og tey avráddu at fara saman oman at hyggja.

 

 

- Vit sóu fyrst einki, men so varnaðust vit, at ein nýggjur skrelliposi lá har inni. Eg tók posan út og sá labbarnar hjá hvølpinum stinga úr, sigur Thordis Andersen.

 

 

Og tann løtan er ikki fyri sarta djóravinarsálir, tí hvølpurin var viðtikin.

 

 

- Hann bløddi úr munninum, hevði bitið seg sjálvan í tunguna og stinkaði av saltvatni. Eg giti bara, at onkur hevur blakað hann á sjógv, sigur Thordis Andersen.

 

 

- Eg bleiv so ræðuliga ill og kedd og skuffað. Eg skilji ikki, at nakar finnir uppá slíkt, sigur Thordis Anderson.

 

 

Meira um hetta málið á in.fo um eina løtu.