Hesa ferð stemmaði tað hjá Ørnini

Ørnin úr Sandavági plagar at standa seg væl í kappingini millum kvinnur. Í fjør vóru tær FM vinnarar.

Í ár hava tær úr Sandavági ikki gjørt so nógv um seg. Men í dag gekk upp á stás hjá teimum. Ørnin var fyrst á mál, og sigurin var trivaligur.

Sílið, sum vann á Norðoyastevnu, svam fram um hinar beinanvegin, men tað var skjótt, at Ørnin blandaði seg. Eina løtu stóð kappingin millum Ørnina og Sílið, men so glapp hjá Ørnini, og á málinum var báturin úr Sandavági leysur av Sílinum.

Vinnarin á Sundalagsstevnuni í Hvalvík, Frúgvin úr Miðvági, var alla tíðina frammarlaga, uttan at tað eydnaðist henni at blanda seg í stríðið um fremsta plássið.

Fípan Fagra var eisini væl við. Tær í Klaksvík kappaðust við tær í Miðvági um triðja plássið, men hesa ferð endaði Fípan á fjórða plássi.

FM kappingin ímillum kvinnur í 5-mannaførum er meiri spennandi, enn hon kanska er tað nakra aðra staðni. Sum støðutalvan vísir, so eru fýra bátar væl við í kappingini um fremsta plássið.

 

Jóansøka 2007 - 5 mannafør kvinnur

1 Ørnin 05:18.24

2 Sílið 05:21.12

3 Frúgvin 05:24.17

4 Fípan Fagra 05:24.21

5 Ritan 05:27.03

6 Teistin 05:27.06

7 Jallurin 05:36.05

8 Erla Kongsdóttir 05:50.12

9 Blikur 05:58.15

 

Støðan í FM - 5 mannafør kvinnur

1 Sílið 16

2 Frúgvin 14

3 Fípan Fagra 12

4 Ørnin 12

5 Teistin 7

6 Ritan 5 1G

7 Jallurin 0

8 Blikur 0

9 Erla Kongsdóttir 0

 

Fyribilsstartrøðin á komandi stevnu

1 Erla Kongsdóttir

2 Teistin

3 Fípan Fagra

4 Sílið

5 Ørn

6 Frúgvin

7 Ritan

8 Jallurin

9 Blikur