heilt nýggja kenslu hjá Helga, tí tá Tórsvøllur varð tikin alment í nýtslu, var Helgi eisini á landsliðnum, sum leikti móti AaB. - Hetta er tó øðrvísi, og fyrstu løtuna var eg bangin um at gera nakað mistak [...] ár seinni enn upprunaliga ætlað, fekk Helgi L. Petersen sín elddóp á landsliðnum. Sjálvur helt hann tó ikki, at talan hevði verið um nakra langa bíðitíð. - Hetta er jú komið, eftir at tað eina tíð hevur [...] hevur gingið væl hjá mær. Sum tað eisini er ført fram í fjølmiðlunum, so hava fleiri orsøkir verið til, at eg ikki havi verið við. Eg havi eisini kent tað soleiðis, at eg ikki havi havt umstøður til at gjørt
endaði rímuliga illa í landsliðsárinum í fjør, hevur John veruliga reist seg aftur í vár. Taldist millum leikararnar, sum veruliga tordu nakað við bóltinum, og hóast alt ikki eydnaðist, so er neyðugt við slíkum [...] Jacobsen, HB 1/0 Var eins og Helgi stutta tíð á vøllinum, og kann tí illa metast. Sýndi tó beinanvegin góðar taktir, tá hann einar tvær ferðir bjóðaði av móti Henchoz, og í øllum førum var tað væl dámt [...] sera tryggur í verjupartinum, har hann eisini tóktist at stýra enn meira, enn hann vanliga ger. Fekk tó eitt býttisligt gult kort, sum hevur við sær, at hann ikki verður tøkur til dystin móti jugoslavum
tíðina hevur sett síni spor. Í øllum førum var hann ikki á heilt sama støði, sum hann var á landsliðsferðini í vár. Tóktist móður í seinna hálvleiki, og tí var útskiftingin í lagi. 10. Uni Arge, HB 35/7 [...] ov harður kann helst staðfestast, at í landsliðshøpi hoyrir Fróði Benjaminsen heima á miðvøllinum. 3. Johan Byrial Hansen, OB 4/0 Tóktist als ikki í sama mun sum móti sveisarum at kunna seta seg á sín mann [...] serliga í fyrra hálvleiki við í sera nógvum av tí, sum føroyska liðið skapti frameftir, og tó at hann heldur ofta hevur hug at bíða við innlegginum, so spurdust fleiri vandastøður burtur úr hesum. Í verjupartinum
tryggastu menn í uppstillingini hjá Allani Simonsen, og einki er at taka seg aftur í, at hesir ofta hava átt stóran lut í sterka føroyska verjuspælinum. Arvurin eftir Óla Skal nakar takast fram um í so máta, [...] nninar í dag taldust nakrir leikarar, sum hoyra til creme de?la creme í altjóða fótbólti. Tríggir teirra hava verið partur av vinnandi liðnum í einari europeiskari finalu, ein var toppskjútti í undanfarna [...] einum liði, sum higartil í undankappingini bert hevði ein sigur ? móti Luksemburg ? at vísa á. Eitt 6-0 tap á heimavølli er ongantíð nøktandi, líkamikið hvussu dygg mótstøðan so er. Hetta vita bæði leikarar
GÍ stevnir beinleiðis móti tindunum í føroyskum fótbólti. Sunnudagin vunnu teir sín sætta sigur á rað, og alt bendir á, at gøtumenn vera tungir at syfta í ár. FS Vágar er hinvegin í sera tungari aldu fyri [...] og nú taka tveir aðrir venjarar sær av liðnum. Eingin eyðsæð vend er tó at hóma har vesturi. Málslúkurin Helgi Helgi L. Petersen hevur í ár sligið navn sítt fast sum ein framúr góður framherji við máltevi [...] Tá skal eisini havast í huga, at GÍ longu hevur spælt á útivølli móti HB, VB og KÍ, meðan teir hava vunnið á B36 í Sarpigerði. Hesir eru nakrir av teimum torførastu dystunum í landskappingini, og úrtøkan
roynda venjaranum. Helgi hevur skorað í hvørjum landskappingardysti í ár. Tað vil siga at hann hevur skorað sjey teir fyrstu dystirnar, og hetta hevur eingin annar megnað. Í hvussu so er ikki síðani land [...] tað er ikki Helgi, men harafturímóti Sámal Joensen, sum er fastur brotssparkssjútti hjá GÍ. Hevði Helgi tikið hesi, kundi máltalið longu nú verið á 15. Nú verður spennandi at fylgja við, um Helgi fer at [...] skotið 12 mál fyrstu sjey umførini. Ikki bara er hetta imponerandi, men eisini er talan um met hjá rituvíkinginum. Helgi skeyt sítt fyrsta 1. deildarmál í 1997, tá hann leikti við NSÍ, men fram til byrjanina
gøtumenn koma á vitjan í Gundadali. Sandoyingar hava tó annað enn gull at hugsa um komandi dystirnar. Fyrst og fremst er tað uppgerðin móti FS Vágum, sum man standa frammarliga í huganum. ein dystur, sum [...] og havandi tunna leikarahópin í huga er sjálvsagt, at liðið ikki uttan víðari megnar at bera hetta, og so slettis ikki, tá mótstøðan kemur frá einum av sterkastu liðunum í landinum. Tað tók B36 knappar [...] sjónligur í leiklutinum sum hangandi áleypari, varð sendir avstað eftir miðásini, og einsamallur við Waldemar Nowicki kundi hann umvegis stongina beina bóltin í málið. Lítla løtu seinni var Helgi aftur upp
at Helgi L. Petersen og Sámal Joensen megnaðu at spæla í samfullar 90 minuttir. Longu eftir góðum 20 minuttum var eisini greitt, at Sámal ikki fekk verið við meira, og einki er at taka seg aftur í, at [...] leikararnar, sum eru í landinum. Bóltførleikin er framúr, soleiðis at dragingarnar eru somikið tættar, at ilt er at sleppa fram at honum, og hóast hann kann tykist heldur skirvisligur, so er kropsliga styrkin [...] við undirlutan móti Jón Sigurdi. Álopsmaðurin slapp leysur, og við einum dómadagsskotið sendi hann bóltin upp um Hall Hansen í gøtumálinum og meskarnar. Fullu ikki aftur Í slíkum førum er ofta vandi fyri
Petersen, javnaðarmaður Eg eri í øðini, í øðini inn á Helga Jacobsen í útvarpinum og Øssur Winthereig og Brynhild Thomsen í sjónvarpinum. Kjartan Hoydal havi eg onga virðing fyri. Helgi Jacobsen leiðir eina samrøðu [...] Úlvsá o. s. fr? Ella er hetta pseudonym fyri ein feitan eiturkopp, sum situr niðri í London og togar í tær nationalistisku træðrirnar í Føroyum? Og síðani eggjar Kjartan til mótmæli móti løgmansins politikki [...] loyvt er. Í øllumførum skammiligt. Og síðani sjónvarpið. Øssur setur Kjartani 2-3 einkisigandi spurningar, og síðani leggur Brynhild Thomsen sum ein óløgi í krovið á løgmanni. Og tá innslagið er av, stendur
tóktist hann tó meira avkláraður undan uppgávuni. - Hetta er sum so ein dystur á vegnum í FM-kappingini. Hóast talan er um oddadyst, so royna vit í øllum førum at taka uppgávuna, sum vit vanliga gera, og [...] týdningurin kortini ikki er eitt sindur størri hesa ferð, sigur Magni tó, at tað er hann kanska. - Tað verður jú bara spælt um trý stig, men tú hevur sjálvandi rætt í, at hetta er ein sonevndur seks-stig [...] Sámal Joensen og Helgi L. Petersen tykjast báðir vera komnir heilt fyri seg, og harumframt er Hans Pauli Petersen eisini farin undir aftur venjingina, men eftir drúgva skaðan í lærkrikanum er ivasamt, um hann