Trý ár ov seint

Helgi L. Petersen vónar ikki, at talan verður um seinasta landsdystin fyri sítt viðkomandi

 

Landsliðsprát


Trý ár seinni enn upprunaliga ætlað, fekk Helgi L. Petersen sín elddóp á landsliðnum. Sjálvur helt hann tó ikki, at talan hevði verið um nakra langa bíðitíð.

- Hetta er jú komið, eftir at tað eina tíð hevur gingið væl hjá mær. Sum tað eisini er ført fram í fjølmiðlunum, so hava fleiri orsøkir verið til, at eg ikki havi verið við. Eg havi eisini kent tað soleiðis, at eg ikki havi havt umstøður til at gjørt nóg nógv við tað, til at eg havi kunna verið á landsliðsnum.

- Tað kenni meg kunna nú, og stendur tað til mín, verður hetta so avgjørt ikki seinasti dysturin.

Spurdur, um hann undan dystinum hevði fingið eitt praj um, at hann kundi koma á vøllin, segði hann, at tað hevði hann als ikki.

- Eg haldi tað var meira, so sum dysturin bleiv, at útskiftingin kom. Teir fáa eitt mál, og so roynir Allan at broyta okkurt. Hevði tað verið javnleikur, rokni eg ikki við, at eg hevði komið inn.

Nú var talan tó ikki um nakra heilt nýggja kenslu hjá Helga, tí tá Tórsvøllur varð tikin alment í nýtslu, var Helgi eisini á landsliðnum, sum leikti móti AaB.

- Hetta er tó øðrvísi, og fyrstu løtuna var eg bangin um at gera nakað mistak, men tað gloymir man tó skjótt. Tá tú ert komin á vøllin, er talan bara um ein vanligan dyst, og eg haldi nú ikki, at teir vóru so nógv betri enn vit, sigur Helgi L. Petersen at enda.