Øssur og John á toppinum

Av teimum 14 leikarunum, sum mikukvøldið umboðaðu Føroyar, er lítil ivi um, at tað vóru Øssur Hansen og John Petersen, sum stóðu seg best. Eingin av hinum 12 dumpaði, men fyri fleiri var galdandi, at teir høvdu trupulleikar í verjupartinum, tá jugoslavar settu ferð á

 

Leikaraummæli


1. Jákup Mikkelsen, Herfølge BK

21 dystir/0 mál

Hóast stórtap, so eigur hetta ikki á nakran hátt at liggja málverjanum til last. Kanska sá hann nakað passivur út við fimta jugoslaviska málið, men annars var lítið og einki, sum hann kundi gera. Hevði einstakar bjargingar, tá hótt varð við fleiri málum, og stóð seg annars væl í spælinum við beinunum.



2. Fróði Benjaminsen/B68

11/0

Orsakað av fráveruni hjá Óla Johannesen, fekk Fróði tungu uppgávuna at røkja lyklapostin í verjuni. Um avgerðin at nýta Fróða á hesum plássi var røtt, kann altíð diskuterast, men talan verður neyvan um meira enn hypotetiskar spurningar. Tað er tó ein sannroynd, at hann ikki tóktist kenna seg eins væl á hesum sessinum, sum hann hevur gjørt á miðvøllinum. Náttúrliga rutinan er sjálvandi ikki hin sama, sum tann hjá Óla Johannesen, og til tíðir tóktist hetta eisini at nerva spælið hjá vanliga respektleysa toftamanninum. Uttan at vera ov harður kann helst staðfestast, at í landsliðshøpi hoyrir Fróði Benjaminsen heima á miðvøllinum.


3. Johan Byrial Hansen, OB

4/0

Tóktist als ikki í sama mun sum móti sveisarum at kunna seta seg á sín mann, men hartil skal leggjast afturat, at umstøðurnar hjá verjuni ikki vóru tær somu hesaferð. Hevði ofta trupulleikar, tá spælt varð skjótt eftir jørð, har mótstøðumenninir ofta settu nógva ferð á, og sá eisini eitt sindur undarligur út við okkurt av jugoslavisku málunum. Hevði tó fleiri góðar bóltvinnandi taklingar í dystinum, men yvirhøvur ein dystur undir tað miðal, sum Johan sjálvur hevur sett í hinum trimum dystunum, sum hann hevur verið við.


4. Jákup á Borg, B36

14/0

Má nærum metast sum fastur fúsur á vongverjasessinum, tó at hann framhaldandi hevur harða kapping til plássið. Var serliga í fyrra hálvleiki við í sera nógvum av tí, sum føroyska liðið skapti frameftir, og tó at hann heldur ofta hevur hug at bíða við innlegginum, so spurdust fleiri vandastøður burtur úr hesum. Í verjupartinum hevur hann tó framvegis trupulleikar við at plasera seg rætt, og m.a. kom næsta jugoslaviska málið eftir uppspæl í hansara síðu, tó at bólttap á miðvøllinum var atvoldin til hetta.


5. Hans Fróði Hansen, B68

19/1

Var avgjørt tann av føroysku verjuleikarunum, sum stóð sterkastur í myndini mikudagin. Eins og vanligt átti hann alt uppi á aðru hædd, og hetta kom eisini væl við í deyðbóltsstøðum, har hann í einum tveimum førum var heilt nær við at skora. Stóð seg eisini væl í spælinum niðri á vøllinum, har hann hevði nakrar syngjandi taklingar, tó at hann eins og verjufelagarnir viðhvørt kom á millumhond í skjóta jugoslaviska samanspælinum.


6. Øssur Hansen, B68

45/2

Slapp fyri fyrstu ferð at royna seg sum liðskipari á føroyska A-landsliðnum, og hansara partur lág so avgjørt ikki eftir. Var allan dystin á tamb millum mest sjónligu føroysku leikararnar, og stórur partur av okkara álopum komu ígjøgnum hansara borð. Sýndi eisini góðar dygdir í verjuspælinum, og ikki minst var tað imponerandi at síggja, hvussu væl hann megnaði at skerma av fyri snarskjóta Nikola Lazetic í fyrra hálvleiki.


7. Sámal Joensen, GÍ

22/0

Sum ein avleiðing av leikbanninum hjá Óla slapp Sámal aftur at royna seg á føroyska miðvøllinum. Nakað, sum hann ikki veruliga er sloppin eftir sjúkraleguna í Luksemburg í vár. Hesa ferð tað tó hálva vegna sum forstoppari, tí Mijatovic hjá Jugoslavia var somikið frammarliga á vøllinum. Hetta viðførdi eisini, at Sámal ikki slapp at blanda seg upp so nógv á miðvøllinum, sum hann vanliga ger, og var hann tí ikki eins sjónligur og vanligt. Fall tó á ongan hátt burtur ímillum, og prógvaði fyri venjaranum, at fleiri alternativ eru til samansetingina á miðvøllinum.


8. Julian Johnsson, Sogndal IL

40/1

Var sum vanligt undangongumaður á føroyska miðvøllinum, tá bóltar skuldu vinnast. Serstakliga í luftini stóð hann seg væl, har hann við kollinum fekk longt hópin av bóltum niðan eftir vøllinum. Eisini sóu vit hesa ferð meira til longu renningar hansara í síðunum, men enn tykjast hesar ikki vera eins nógvar í tali, sum tær onkun tíð hava verið. Havandi ótrúligu orku hansara í huga, tóktist útskiftingin heldur løgin, men einki kann sigast til, um venjarin tá vildi síggja aðrar mans royna seg.


9. Christian Høgni Jacobsen, NSÍ

5/1

Legði bragdliga fyri, tá hann fleiri ferðir royndi at bjóða jugoslavisku verjuni av, og fekk eisini fleiri fríspørk afturfyri. Spæl hansara fánaði tó, sum dysturin leið, og tó at hann alla tíðina royndi at søkja bóltin, so var sjónligt, at støðgurin frá dystum seinastu tíðina hevur sett síni spor. Í øllum førum var hann ikki á heilt sama støði, sum hann var á landsliðsferðini í vár. Tóktist móður í seinna hálvleiki, og tí var útskiftingin í lagi.


10. Uni Arge, HB

35/7

Var allan dystin sera ágangandi móti jugoslavisku verjuni, og var millum annað sera sjónligur í spælinum við høvdinum, har hann vann størsta partin av nærdystunum. Í mun til dystin leygardagin tóktist hann at vera væl betri fyri, men ivaleyst høvdu betraðu arbeiðsumstøðurnar eisini sítt at siga í hesum. Var eisini ógvuliga mobilur í samanspælinum, har hann var partur av flestu føroysku álopunum, og yvirhøvur taldist hann millum teirra, sum stóðu sterkastir í myndini hendan dagin.


11. John Petersen, B36

33/3

Var saman við Øssi so avgjørt besti føroyski leikarin. Sýndi nú aftur, at hann uttan iva er besti leikarin í landinum til at binda miðvøll á álop saman, og gekk størsti parturin av føroyska álopspælinum eisini umvegis føtur hansara. Dugdi harumframt væl at »lúra« seg fram til brotsteigin, har kom sær fram at fleiri góðum langskotsroyndum, sum tíverri allar fóru oman fyri málið. Er tó framvegis ikki nóg sterkur í verjupartinum, har hann ofta hevur lyndi at liggja ov langt burturi, men spurningurin er eisini, hvørjar skyldur hansara skulu vera her.


12. Allan Mørkøre, HB

54/1

Metmaðurin á landsliðnum kom á vøllin seinasta korterið, tá hann loysti Julian av. Sum jugoslavarnir tá spældu við føroyingarnar, var sera trupult at koma í dystin, og tí er lítið og einki grundarlag fyri at meta um avrikið hjá Allani.


14. Rógvi Jacobsen, HB

10/0

Fekk bara fáar minuttir á vøllinum, og kann tí ikki metast fyri avrik sítt.


17. Helgi L. Petersen, GÍ

2/0

Kom á vøllin samstundis sum Allan Mørkøre, og fær tí einsljóðandi viðmerkingar.