GÍ strýkur avstað

Oddaliðið GÍ hevur nú vunnið seks dystir á rað og stevnir frá hinum liðunum. Sigurin á FS Vágum var lættur, og vágamenn hava nú latið 23 mál inn í tveimum dystum

 

Fótbóltur


Einki ivamál var nakrantíð um, at gøtumenn fóru at vinna dystin mói FS Vágum. Sigurin var ruddiligur, og støðan var 8-2, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð.

GÍ stevnir beinleiðis móti tindunum í føroyskum fótbólti. Sunnudagin vunnu teir sín sætta sigur á rað, og alt bendir á, at gøtumenn vera tungir at syfta í ár.

FS Vágar er hinvegin í sera tungari aldu fyri tíðina. Seinasta vikuskifti tapti felagsliðið úr Vágunum heili 15-0 fyri B36, og hesuferð var tapið 8-2. 23 mál farin inn í tveimum dystum, og tað er alt ov mikið.

Tapið seinasta vikuskifti fekk avleiðingar, tá venjarin Kestutis Latoza varð sagdur úr starvi, og nú taka tveir aðrir venjarar sær av liðnum. Eingin eyðsæð vend er tó at hóma har vesturi.


Málslúkurin Helgi

Helgi L. Petersen hevur í ár sligið navn sítt fast sum ein framúr góður framherji við máltevi sum fáur. Hetta vísti hann enn einaferð sunnudagin, tá hann hevði seinasta fótin á trimum av málunum hjá GÍ, og hann hevur nú skotið 11 mál í landskappingini.

Tað var eisini Helgi, sum legði fyri, tá einir fimm minuttir vórðu spældir. Síðani skeyt pólverjin Zdzislaw Janik sítt fyrsta mál í føroysku landskappingini. Miðvallarin Sámal økti til 3-0 við høvdinum, áðrenn Hannus Olsen minkaðu um munin við brotssparki.

Sámal Joensen skeyt síðani tvey brotsspørks, sum bæði endaðu í málinum, áðrenn Tór Ingar Akselsen minkaði um munin til 5-2 við einum høvdara.

Eftir steðgin komu bara trý mál. Helgi L. Petersen átti tvey teirra, meðan Sámal Joensen setti sítt triðja brotsspark í kassan, og miðvallarin fekk fýra mál sunnudagin.


Væl koyrandi

Undir leiðslu av Jóhan Nielsen hava gøtumenn tikið tey flestu á bóli í hesum kappingarárinum. Hóast liðið mátti lúta í steypakappingini, hava teir havt eina flúgvandi byrjan uppá kappingina.

Atjan stig eftir seks dystir. Tá skal eisini havast í huga, at GÍ longu hevur spælt á útivølli móti HB, VB og KÍ, meðan teir hava vunnið á B36 í Sarpigerði. Hesir eru nakrir av teimum torførastu dystunum í landskappingini, og úrtøkan hevur verið 100%.


GÍ ? FS Vágar 8-2 (5-2)

1-0: Helgi L. Petersen

2-0: Zdzislaw Janik

3-0: Sámal Joensen

3-1: Hannus Olsen (br.)

4-1: Sámal Joensen (br.)

5-1: Sámal Joensen (br.)

5-2: Tór-Ingar Akselsen

6-2: Helgi L. Petersen

7-2: Helgi L. Petersen

8-2: Sámal Joensen (br.)