B71-B36 2-5 (0-4):
Fótbóltur
B36 greiddi sín setning, tá teir sunnudagin vóru á vitjan á Sandi. Hesin var heilt klárt at tryggja sær trý stig afturat í oddastríðnum, og í mun til so nógvar aðrar ferðir hetta kappingarárið, so viðførdi sigurin hjá havnarmonnunum, at teir nærkaðust oddaliðnum á stigatalvuni.
Eingin spenningur
Talan var sum so ongan tíð um nakran veruligan dyst, tí til tess var styrkismunurin millum liðini bæði alt ov stórur. Sandoyingar máttu vera fleiri týðandi leikarar fyriuttan, og havandi tunna leikarahópin í huga er sjálvsagt, at liðið ikki uttan víðari megnar at bera hetta, og so slettis ikki, tá mótstøðan kemur frá einum av sterkastu liðunum í landinum.
Tað tók B36 knappar 20 minuttir at seta hol á, og eftir hetta tóktist spurningurin bert vera um, hvussu stórur sigurin skuldi vera. Heðin á Lakjuni, sum alla tíðina var sera sjónligur í leiklutinum sum hangandi áleypari, varð sendir avstað eftir miðásini, og einsamallur við Waldemar Nowicki kundi hann umvegis stongina beina bóltin í málið.
Lítla løtu seinni var Helgi aftur upp á spæl. Uppspælið byrjaði í høgru, har Bjarni Prior sendi ein høgan bólt tvørtur um alla sandoyarverjuna. Har stóð John Petersen, og hann beindi bóltin inn aftur til Heðin, sum smekkaði til í málið.
Hóttu við skrædli
Ferð var nú veruliga komin á B36-liðið. Miðvøllurin arbeiddi sera hart, og gav valla heimamonnunum tíð at hugsa seg tað allar minsta um, og viðførdi eisini hópin av strongdum støðum framman fyri málið hjá heimaliðnum.
Tá triðja málið kom, hendi tað tó eftir at B71 hevði verið í atsókn móti B36 málinum. Heðin vann bóltin av einum sandoyingi, sendi John Petersen avstað, og eftir at hesin hevði vunnið kapprenningina móti aftasta sandoyinginum, sendi hann til ein púra leysan Jens Kristian Hansen.
Beint fyri hálvleik slapp John Petersen so eisini sjálvur á máltalvuna, tá Jákup á Borg sendi fríspark fram móti nærmasta stólpa, har John kundi stýra bóltinum seinasta pettið.
Eftir steðgin helt B36 trýstið fram, og tá Jákup á Borg í tveimum atløgum fekk bóltin fram við Waldemar byrjaði alt at líkjast einari fullkomnari slakting av niðurspældu vertunum.
Sleptu takinum
So galið gekk kortini ikki. B36 setti leikferðina nakað niður, og hetta gav heimaliðnum møguleika at koma inn aftur í dystin, tó at nakar spenningur als ikki var um, hvør skuldi vinna dysitn.
Tað eydnaðist sandoyingunum at pynta um úrslitið við tveimum málum, sum Eli Hentze skeyt. Hitt fyrra eftir at hann varð fullkomiliga leysur eftir eina misskiljing í B36 verjuni, meðan hitt seinna var úrsllit av einum brotssparki
Lukta gull
Sum kunnugt viðførdi sunnudagurin annars, at kappingarneytin hjá B36 í oddinum, GÍ, misti síni fyrstu stig á Mølini á Eiði, og hetta hevur av álvara fingið gullluktin at kennast í næsagluggunum á B36-leikarunum.
Teir hava nú sjálvir møguleikan at gera av, hvussu ovarliga teir skulu vera á stigatalvuni, tá avtornar. Komandi vikuskifti skulu teir sjálvir taka ímóti banamonnunum hjá GÍ, og eftir hetta fer tað at líkjast ársins dysti, tá gøtumenn koma á vitjan í Gundadali.
Sandoyingar hava tó annað enn gull at hugsa um komandi dystirnar. Fyrst og fremst er tað uppgerðin móti FS Vágum, sum man standa frammarliga í huganum. ein dystur, sum væl kann merkja lívið fyri annan partin og deyðin fyri hin. Ikki minst tí sandoyingar nærum hava uppbrúkt sína kvotu av heimadystum, og bert hava tveir slíkar eftir restina av kappingarárinum.
Teir hava tó fleiri ferðir áður lyft seg burtur úr niðurflytingini, og ivaleyst verður eisini roknað við, at hetta fer at eydnast í ár. Viljin hevur so avgjørt verið hin rætti í flestu dystinum, og sæð burtur frá dystunum móti oddaliðunum báðum, hevur talan heldur ikki verið um nakað stórtap, men hinvegin munnu teir nú vóna, at teir í onkrum dysti fara at hava marginalarnar í sín part.
Dysturin í tølum:
B71-B36 2-5 (0-4)
0-1: Heðin á Lakjuni 19
0-2: Heðin á Lakjuni 24
0-3: Jens Kristian Hansen 33
0-4: John Petersen 44
0-5: Jákup á Borg 58
1-5: Eli Hentze 63
2-5: Eli Hentze (br.) 86
Dómari: Oddmar Andreasen (HB)
B71: Waldemar Nowicki ? Bjørn Thorsteinsson, Bernhard Petersen, Kári Sørensen ? Svenning W. Hansen, Símun Hansen, Eli Hentze, Jón Brekku, Sverrir Kjærbo ? Jónsvein Thomsen, Kári Reynheim
B36: Tróndur Vatnhamar ? Pól Thorsteinsson, Egil Zachariasen, Arnbjørn Danielsen ? Bjarni Prior, Klæmint Matras, Jákup á Borg, Jan Guttesen, Jens Kristian Hansen ? John Petersen, Heðin á Lakjuni