Avgerðin kann fella sunnudagin


B36-GÍ:

Tað er væl hugsandi, at sigursharrin sunnudagin eisini verður sigursharrin í FM-stríðnum, tá avtornar, og í øllum førum verður tað ein tvídystur millum hesi bæði liðini

 

Upptakt

 

 

 

At kalla alt kappingarárið á tamb hevur tosið fyrst og fremst snúð seg um tvey lið, tá tey fótbóltshugaðu hava tosað um møguligar FM-kandidatar. GÍ og B36 hava kapprunnði í oddinum alt árið. Eina ferð hevur hvør parturin spælt javnleik, og meðan gøtumenn framhaldandi eru ósigraðir, hevur B36 tapt einaferð. Á útivølli í Gøtu.

 

 

 

Skulu vinna

 

Hetta hevur árstalsfelagið møguleika at hevna sunnudagin, men tað er tó nógv meira enn bara hevnd, sum stendur upp á spæl, tá liðini fara á vøllin. Ikki minst hjá B36 stendur nógv á, tí alt annað enn ein sigur gevur GÍ stórar fyrimunir, og hetta tykjast leikararnir hjá B36 eisini at vera greiðir um.

 

- Sjálvandi eru allir dystir týdningarmiklir, men sum støðan er nú, so er tað alt avgerandi, at vit vinna dystin, sigur liðskiparin hjá B36, John Petersen.

 

- Fáa vit javnleik, skal GÍ missa fýra stig í seinstu dystunum, samstundis sum vit skulu vinna allar, so hjá okkum er einki at tosa um í so máta.

 

Spurdur, um júst leikti landsdysturin móti Jugoslavia ikki hevur sett síni spor á landsliðsleikararnar hjá B36, sigur John Petersen, at tað hevur hann kanska, men hann roknar tó ikki við, at hetta fer at bila.

 

- GÍ hevði ongan leikara við hesa ferð, meðan vit høvdu fýra, og vit skulu sjálvandi hava drúgvu ferðina úr beinunum. Sálarliga haldi eg við vissu, at vit eru klárir. Tað var næstan soleiðis, at tankarnir fóru at leita til dystin sunnudagin, beint sum dómarin hevði floyta av í Beograd, so tað eri ikki bangin um, sigur John Petersen at enda.

 

Annars er líkt til, at B36 hevur so at siga alt fólkið tókt til dystin. Egil Zachariassen fekk forfall beint undan dystinum móti EB/Streymi, men hann er so byrjaður at venja aftur. Klæmint Matras hevur onkran skaða í tjúkkanum, men teir vóna tó, at eisini hann verður tøkur.

 

Einasti leikarin, sum við vissu ikki eru tøkur, tykist vera Kenneth Jacobsen, sum í tvær vikur hevur drigist við skaða.

 

 

 

Alt er klárt

 

Gøtumenn eru sjálvandi eisini spentir til dystin, men tá vit tosaðu við liðskiparan hjá teimum, Magna Jarnskor, hóskvøldið, tóktist hann tó meira avkláraður undan uppgávuni.

 

- Hetta er sum so ein dystur á vegnum í FM-kappingini. Hóast talan er um oddadyst, so royna vit í øllum førum at taka uppgávuna, sum vit vanliga gera, og tað vil siga, at vit so avgjørt ikki vilja tapa.

 

Spurdur, um týdningurin kortini ikki er eitt sindur størri hesa ferð, sigur Magni tó, at tað er hann kanska.

 

- Tað verður jú bara spælt um trý stig, men tú hevur sjálvandi rætt í, at hetta er ein sonevndur seks-stig dystur, men tað mugu vit bara royna at skúgva til viks. Vit fara á vøllin at gera okkara besta.

 

Annars heldur Magni, at gøtumenn eru so væl fyri, sum til ber, nú teir gera seg til at fara til Havnar. Sámal Joensen og Helgi L. Petersen tykjast báðir vera komnir heilt fyri seg, og harumframt er Hans Pauli Petersen eisini farin undir aftur venjingina, men eftir drúgva skaðan í lærkrikanum er ivasamt, um hann verður við frá fyrsta bríksli.

 

- Jú, eg haldi at vit eru allir klárir til dystin, og bæði vóni og rokni við, at talan verður um ein góðan og spennandi dyst, sum nógvir áskoðarar fara at leita sær til. Áskoðararnir hjá okkum plaga at vera trúgvir, og eg ivist ikki í, at teir eisini fara at stuðla okkum hesaferð, sigur Magni Jarnskor at enda.