róðurin hjá 6-mannaførum, mannað við monnum. Og tá hálvur teinurin var lagdur afturum, bendi alt á, at Snopprikkur fór at vinna. Starturin var ikki av teimum bestu, og næstu kappingarneytarnir hjá Snopprikki [...] var við at vinna FM, umborð hjá teimum og legði ungu monnunum lag á. Og tá teir vandu hóskvøldið var tíðin so mikið góð, at vit tordu at hava góðar vónir, tá vit fóru suður. Hvat lærdi hann teir? ? Tað [...] ikki gingið so væl higartil í ár, men eg skal ikki dylja yvir, at vit høvdu gott mót, tá vit fóru suður. Tað er Anfinn Gærdum, formaður í róðrarfelagnum á Strondum og høvuðsmaðurin í felagnum síðani tað
frystitrolara til Skandinavia, sigur Karl Erik Mortensen frá skipsmeklaravirkinum Maretec. Kina er í dag triðjastørsta skipasmiðjutjóðin í heiminum næst eftir japan og Suður Korea. Teir vilja fegnir vinna [...] v. m. til innflutning av flogførum, bilum v. m. Ársumsetningurin hjá fyritøkuni liggur um 14 milliardir krónur. Eitt dótturfelag hjá LMIEC hevur fiskifyritøkur í Landsynningsásia og í Afrika. Hetta felag [...] marknaðin við nýmótans fiskiskipum á Skandinaviskum søtði, og er hetta teirra fyrsta roynd í so máta, sigur Karl Erik Mortensen. Umsetning upp á 14 milliardir krónur LMIEC er ein risastór fyritøka, sum fevnir
og øðrum virksemi, gevur okkum mót uppá at fara í holt við at selja bilar eisini, sigur Karl Birgir Isaksen, stjóri hjá P/F Esmar Simonsen. Klaksvíkingurin, sum saman við tveimum øðrum starvsfólkum í fyritøkuni [...] verður frá ongum, og málið er at náa fram millum teir fremstu og størstu í landinum. ? Starvsfólkið hjá okkum hevur drúgvar royndir í sølu av eykalutum til bilum, og tann vitan og tær royndir, sum vit hava [...] vit eru góðir til. Vit skulu byggja víðari á tað grundarlag, sum er lagt gjøgnum fleiri ártíggjund, sigur hann. ? Vit hava royndir í at veita krevjandi tænastu til fiskiídnaðin og bilbransjuna, og tað er
náttúrvøra, sum vekir ans, sigur Karin Brattaberg. Hon sigur, at eisini í Danmark hevur tað vakt áhuga, at tógvið er púra náttúrligt, og tey ivast ikki í, at tað er ein søluvøra, eisini hjá útlendskum ferðafólki [...] ferðafólki í Danmark. Hon sigur, at summi av teimum, sum hava víst tógvinum áhuga í Danmark, eru slík, sum ætla at brúka tað til mótaklæðir. Onnur ætla sær at senda tað longur suður í Evropa. Tað er nú nakað [...] at tað føroyska tógvið kom í handlarnar í Føroyum. Men tað hevur verið væl móttikið, sigur Karin Brattaberg. Hon sigur, at tað eru yvirhøvur fólk sum binda við maskinu og fólk sum veva, sum hava keypt tað
gerast bilsin um tey síggja nýggja prestin renna sær onkran túr gjøgnum býin, sigur Hans Eiler og grínir við. Hans Eiler sigur seg eisini hava áhuga fyri fótbólti, so tað kann eisini vera, at hann verður [...] fyrsta starvið hjá Hans Eileri, hevur hann kortini nakrar royndir í prestatænastu áðrenn. Har hann hevur lisið í Noregi, er nevnliga skipanin øðrvísi. Um summrarnar avloysa teologilesandi hjá prestum sum [...] sjálvur fer at prædika. Eg eri í gongd við at fyrireika prædikuna, men heilt liðugur eri eg ikki enn, sigur Hans Eiler. Prestagarðurin á prestvegnum er ikki liðugt umvældur enn, og tí eru Hans Eiler, konan
dagin í Norðuroyggjum, sigur Símun Pauli Poulsen, sum er formaður bæði í Landsfelag Pensionistanna og í Eldraráðnum. Hann veit um nakrar pensionistar norðanfjørðs, sum ætla sær suður, men annars væntar hann [...] í Suðuroynni, og tey, sum ætlar sær til Eldradagin, kunnu tekna seg hjá Mervyn Dimon, tlf. 71089. Betty Petersen, tlf. 73325 ella hjá Solveig Strøm, tlf. 73031. Landsstýrið, Landsfelag Pensionistanna og [...] Fyrsti Eldrdagurin í Føroyum var í Norðurlandahúsinum í 1993, og so var hann aftur í fjør í Norðurlandahúsinum. Báðu ferðinar var húsið fullsett. Linons Club kom við hugskotinum at hava Eldradagin í ár
soleiðis gekk eisini hjá seismikskipinum Geo Arctic, sum hevur skotið seismik í føroyskum sjógvi. Í illveðri herfyri misti Geo Arctic seks kilometrar av kaðali, meðan teir arbeiddu suður móti føroysk / enska [...] aftur. Hon var sokkin á botn, og við at dreggja á positiónini, eydnaðist at fáa alt aftur, sigur umboðsmaðurin hjá Geo Arctic í Føroyum, Árni Dam á Skipafelagnum.
Sjómanskirkjuni Fyrsti sunnudagur í advent er ein deiligur dagur. Børnini fegnast um fyrsta ljósið í kransinum, ljósið ber boð um at nú eru jól. Hendan dagin gera føroyingar tað eisini møguligt hjá Føroysku [...] Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. 31 23 15 87 Fax 31 23 15 18 Kunningartlf. 31 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum. Kaffistovan er opin frá kl. 14-19 hvønn dag uttan leygardag. Mánadag kl. 17? 19
høvuðsevni er kvinnusøga og/ella nýbrot úr Føroya søgu, og fyrsti fyrilesturin við tí evninum var longu í oktober, har Jane Hoydal greiddi frá umstøðunum hjá norðurlendskum kvinnum í seinmiðøld. Seinni í vetur [...] til. Lýst verður sum vant við skrá og fyrilesarum undan fundunum, og vónandi møta tit fjølmentar sigur Kvinnufelagið í tíðindaskrivi.
varð samtykt á fundi í havnanevndini hjá býráðnum mikukvøldið. Torfinn Smith, formaður í havnanevndini, sigur, at húsið verður tikið niður heilt skjótt. Hann sigur, at húsið í so ringum standi, at tað [...] ætlanin at gera arbeiðsumstøðurnar hjá Strandferðsluni betri. M.a. er ætlanin at gera nýggj, fýra, breið bilaportur í Farstaðarpakkhúsið, so at tað verður høgligari hjá Strandferðsluni at taka ímóti farmi [...] hevur mest brúk fyri, er kaiplássi, pakkhúsum og fyrsti og kuldagoymslu. Samstundis hevur havnanevndin samtykt at bjóðað arbeiðið út at víðka skrivstovurnar hjá Eimskip, sum heldur til í einum pakkhúsið. Eimskip