Fekk alla ta mistu útgerðina aftur

.

Tann, sum leitar, skal finna, verður sagt, og soleiðis gekk eisini hjá seismikskipinum Geo Arctic, sum hevur skotið seismik í føroyskum sjógvi.

Í illveðri herfyri misti Geo Arctic seks kilometrar av kaðali, meðan teir arbeiddu suður móti føroysk / enska markinum.

Talan var um útgerð fyri fleiri milliónir krónur.

Leitað var sjálvandi á økinum, har teir høvdu verið, men hóast útgerðin var væl útgjørd við boyum og sostatt átti at flotið, var einki at finna.

Heldur ikki eitt flogfar, sum fór úr Skotlandi at leita, fann nakað.

Men seinni hevur skipið sjálvt funnið útgerðina aftur. Hon var sokkin á botn, og við at dreggja á positiónini, eydnaðist at fáa alt aftur, sigur umboðsmaðurin hjá Geo Arctic í Føroyum, Árni Dam á Skipafelagnum.