Fyrsti Eldrdagurin í Føroyum var í Norðurlandahúsinum í 1993, og so var hann aftur í fjør í Norðurlandahúsinum. Báðu ferðinar var húsið fullsett.
Linons Club kom við hugskotinum at hava Eldradagin í ár í Suðuroynni, og tað tók aðalfundurin í Landsfelag Pensionistanna fult undir við hesum.
Eldradagurin verður næsta leygardag í Ítróttarhøllini í Trongisvági.
- Og longu nú verður tosað um næsta ár at hava dagin í Norðuroyggjum, sigur Símun Pauli Poulsen, sum er formaður bæði í Landsfelag Pensionistanna og í Eldraráðnum.
Hann veit um nakrar pensionistar norðanfjørðs, sum ætla sær suður, men annars væntar hann, at hópur av pensionistum í Suðuroynni koma til tiltakið.
Páll Vang, býráðsformaður á Tvøroyri, fer at bjóða vælkomin um morgunin, og aftaná morgunkaffi setir Kristian Magnussen, landsstýrismaður í almannamálum, stevnuna.
Á skránni er annars, at umboð fyri Almannastovuna fer at greiða frá broytingum á almannaøkinum, umboð fyri Landsfelagið og fyri Eldraráðnum siga frá sínum virksemi, og seinnapartin skipar Unn Dimon, fysioterapetur fyri likamsvenjingum.
Seinni fer Heri Joensen, sóknarprestur, at hugleiða um lívsvirði, Sigvald Kristiansen, lækni, fer eisini at siga nøkur orð.
Móti kvøldi undirheldur Rasmus Magnussen.
Innbjóðing til Eldradagin er send í hvørt hús í Suðuroynni, og tey, sum ætlar sær til Eldradagin, kunnu tekna seg hjá Mervyn Dimon, tlf. 71089. Betty Petersen, tlf. 73325 ella hjá Solveig Strøm, tlf. 73031.
Landsstýrið, Landsfelag Pensionistanna og Suðuroyar Sparikassi stuðla tiltakinum, sum pensionistafeløgini í Suðuroynni og LionsClub í felag leggja til rættis.
Símun Pauli Poulsen letur annars heilsa, at ársveitslan hjá Landsfelag Pensionistanna verður í ítróttarhøllini á Hálsi leygardagin 20. september.