Nú skal gamla Traderline pakkhúsið á Eystaru bryggju takast niður.
Tað er pakkhúsið, su mer fast í farstøðini.
Tað varð samtykt á fundi í havnanevndini hjá býráðnum mikukvøldið.
Torfinn Smith, formaður í havnanevndini, sigur, at húsið verður tikið niður heilt skjótt.
Hann sigur, at húsið í so ringum standi, at tað er onki vert.
Samstundis er ætlanin at gera arbeiðsumstøðurnar hjá Strandferðsluni betri.
M.a. er ætlanin at gera nýggj, fýra, breið bilaportur í Farstaðarpakkhúsið, so at tað verður høgligari hjá Strandferðsluni at taka ímóti farmi og at sleppa av við farm.
Fyribils er ikki ætlanin at byggja nýtt á grundina.
Vit ætla at lata grundstykkið liggja tókt til eitthvørt endamál.
Men Torfinn Smith væntar ikki, at grundin kemur at liggja við frið leingi.
? Tað, kommunan hevur mest brúk fyri, er kaiplássi, pakkhúsum og fyrsti og kuldagoymslu.
Samstundis hevur havnanevndin samtykt at bjóðað arbeiðið út at víðka skrivstovurnar hjá Eimskip, sum heldur til í einum pakkhúsið. Eimskip hevur brúk fyri meiri umsitingarplássi. Men tað er býráðið, sum eigur pakkhúsini, og leigar so út.