Føroyskt tógv verður nú at fáa í donskum handlum

Stórur áhugi hevur verið í Danmark at fáa tógv úr Vági

Í gjáramorgunin fór Árni Brattaberg úr Vági til Danmarkar við Norrønu við kjokkfullum bili av føroyskum tógvi.

Tað er ull av Suðuroyar Ullavirki, sum tey nú fara at royna at marknaðarføra í Danmark.

Byrjað verður tó ikki heilt á berum botni, tí frammanundan hava tey á ullavirkinum havt samband við handlar, stovnar og kommunur um tað føroyska tógvið, og nógvastaðni er stórur áhugi fyri at fáa tað at selja.

Á Danmarkar ferð síni fer Árni Brattaberg at ferðast runt til so nógvar handlar, fyritøkur og stovnar sum gjørligt

Tógvið úr Vági er føroyskt burturav og tað er ólitað og annars ikki viðgjørt við kemiskum evnum yvirhøvur.

Og Karin Brattaberg á Ullavirkinum sigur at tað nettupp er tað, sum hevur serligan áhugað, at tógvið er 100% náttúrligt.

?Fólk hugsað meiri og meiri um tað reina og náttúrliga og tað er mest tað, at okkara tógv er ein rein náttúrvøra, sum vekir ans, sigur Karin Brattaberg. Hon sigur, at eisini í Danmark hevur tað vakt áhuga, at tógvið er púra náttúrligt, og tey ivast ikki í, at tað er ein søluvøra, eisini hjá útlendskum ferðafólki í Danmark.

Hon sigur, at summi av teimum, sum hava víst tógvinum áhuga í Danmark, eru slík, sum ætla at brúka tað til mótaklæðir.

Onnur ætla sær at senda tað longur suður í Evropa.

Tað er nú nakað síðani, at tað føroyska tógvið kom í handlarnar í Føroyum.

Men tað hevur verið væl móttikið, sigur Karin Brattaberg.

Hon sigur, at tað eru yvirhøvur fólk sum binda við maskinu og fólk sum veva, sum hava keypt tað føroyska tógvið.

Annars er tað mest ferðafólk, sum keypa tað.

Hetta er ikki tíðin, tá ið vanligu konurnar í Føroyum sita og binda, men helst kemur meiri gongd á søluna í heyst.

? Góða undirtøkan hevur ført við sær, at nú er øll goymslan seld. Arbeitt verður nú at fylla goymsluna aftur, sigur Karin Brattaberg.