góðar sømdir frá norðmonnum, tá ein m.a. hyggur eftir, hvussu góðar sømdir vit hava fingið frá hini brøðratjóðini fyri vestan, Íslandi. Og tað verður tí eisini eitt mál, sum ein tekur upp í slíkum høpi [...] oljuvinnuna teir hava í huganum. Eisini tann sannroynd, at føroyskir politikarar nú vilja meiri sjálvstýri frá Danmark, ger helst, at Noreg sær nýggjar møguleikar fyri samvinnu við Føroyar, sum ikki hava verið [...] norðmonnum, tí teir hava ikki verið nóg samstarvssinnaðir. Nú um dagarnar skrivaði formaður fólkafloksins á tingi, Óli Breckmann í Dagblaðnum, at løgmaður eigur at vísa norðmonnum, at føroyingar eru ónøgdir við
arbeiða við hesum málum og at samskipa tann kunnleika, sum er á stovnum og stovum innan hetta øki, stendur at lesa í niðurstøðuni í frágreiðingini frá nevndini [...] hátt skulu Føroyar samstarva við ES? Hetta er ein spurningur, sum hevur leikað í høvdinum á bæði politikarum og vinnulívsmonnum her heima í nógv ár. Tengt at hesum spurninginum er eisini spurningurin um [...] sagt sína hugsan og tað er eitt greitt nei, men manningin í tinginum broytist, og tí er ikki vist, at tingmanningin í dag hevur somu hugsan sum fyrr. Einstakir flokkar hava eisini gjørt eitt sindur burturúr
sangunum hjá Mourentiusi í Felagssangbókini, sum fæst í bókabúðunum. Fleiri av sangum hansaraog løg eru úr filmum undir krígnum, sum ofta gingu langi, tí tað var ikki sum fótur í hosu tá, at senda filmir [...] . Hann var heiðurslimur í Føroya Arbeiðarafelag. Um skaldskap, um Mourentius sum rithøvunda og yrkjara er skrivað í bókini ?Horvnar Havnarmyndir?, sum Martin Næs ritstjórnaði í 1983, tann partin fari eg [...] fer, kirkjuklokkur ljóða hugnaligt og hátt. Tær í øldir hava ljóðað sum í dag, tíðartonnin ikki broytti teirra lag. Tað er hugnaligt í haga og á jørð, og í hesum friði droymi eg um teg. So við og við - lið
víðari við evninum. Bót til Bata Í Føroya Felag Móti Krabbameini er ein bólkur við kvinnum, sum nevnir seg Bót til bata. Tað eru kvinnur, sum hava havt krabbamein í bróstinum. Í oktober hevur bólkurin 10 ár [...] kvinnurnar eftir umbøn fara út til kvinnur, sum fáa krabbamein. Núverandi nevndin í Føroya Felag Móti Krabbameini er Jákup Olsen, formaður, Agnar á Dul, Óli Jacobsen, Eliesar Olsen, Marjun Joensen, Helena Dahl [...] Olsen, formaður í Føroya Felag Móti Krabbameini. Samskifti Í vár skipaði felagið fyri skeiði fyri læknum, har evnið var samskifti millum lækna og sjúkling. Ein serfrøðingur innan samskifti sum eisini er
vunnið nógv í kappingunum hjá teimum yngru og fyrstu árini vóru tað garpar, sum Klæmint Isaksen, Heri Elttør, Svend Jacobsen, Jóannes Poulsen, Jógvan Jacobsen og aðrir við, sum gjørdu um seg í teimum yngru [...] serliga gamal í garði í Føroyum. Tað var einaferð í 60 árunum at menn tóku seg saman at fara at spæla flogbólt ella volleybólt, sum tað tá kallaðist. Tað var skjótt at gongd kom á, men ikki fyrr enn í sjeytiárunum [...] rættiliga gjørt um seg í føroysku kappingini. Byrjanin var, sum altíð rættiliga tung, men tann orka sum varð løgd í ungdómsarbeiðið hjá Mjølni fyrstu árini hevur so ruddiliga givið tað avkast sum var ætlað og helst
til dystin, sum í fjør endaði 1-0 til VB. Í 1996 vóru klaksvíkingar omaná 2-0, og tað vóru teir eisini í 1995, tá VB æt Sumba/VB. Ta ferðina vann KÍ 2-1. Í 1994 var VB í 2. deild, men í 1993 vann KÍ 1-0 [...] úrslit í dystinum, sum fuglfirðingar vunnu 4-2. Í 1996 var NSÍ ikki umboða í 1. deild, og tað var ÍF heldur ikki í 1995. Í 1994 vann NSÍ 3-1, men árið fyri tað spældi besta liðið hjá teimum eisini í 2. deild [...] gin í fótbólti er av álvara farin at halla, og hetta vikuskiftið verður fjórðseinasta umfar í 1. deild hjá monnum spælt. Tveir dystir verða í Eysturoynni, tveir í Suðuroynni og ein í Havn. Longu í dag
ein lítil hylur, og í hylinum liva bæði laksur og nakrar dunnur. Annika setti stevnuna Stevnan var sett av stjóranum í Ferðaráði Føroya, Anniku Wardum Joensen, sum eisini er formaður í Vest Norden Tourist [...] Joensen, Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways og Óli Hammer, stjóri á Smyril Line. Annika segði í stuttu setanarrøðu síni, at hon vónaði, at ferðavinnan í teimum trimum londunum í útnorðuri fór at fáa nógv [...] vil siga, at tað eru tey, sum hava staðið sína roynd í vinnuni, og sum útlendsku keypararnir kenna. Keypararnir, sum eru komnir at vitja stevnuna, koma úr nógvum londum, heilt frá Andorra til USA. Eini 150
so longi sum Edmund Joensen situr sum formaður. Av somu grund verður sambandsflokkurin útihýstur frá øllum samstarvi. Ongin hættar sær rættuliga í holt við hann. Endurtøka av eini framferð, sum ikki áður [...] koma inn í hitan og aftur metast sum trúverdugur samstarvspartnari. Tað ótrúliga, sum ongin fyri bert stuttari tíð síðan kundi ímynda sær kundi henda, tað hendi! Argasti fíggindi fólksfloksins, sum ikki vildi [...] støðan í dag krevja sjálvsagt eina nærri søguliga frágreiðing fyri í heila tikið at geva nakra meining. Her skal so verða roynt at greiða frá tí útviklinginum og teimum hendingum og avgerðum, sum hava elvt
yrkakvøld fyrr í summar 5-2 í Fuglafirði. Tá brúktu teir ein arbeiðsdag uppá dystin, umframt at felagið rindaði fimm túsund krónur í leigu fyri Silju, sum sigldi teir suðuraftur. Bárður á Lakjuni, sum hevur verið [...] møguleiki fyri, at teir taka onkran, sum annars skuldi verið við í stríðnum um heiðurskrónur í 3. deild í dag, suður við. Kanska verður tað Rúni Petersen. Vágbingar, sum hava gjørt sáttmála við pólverska [...] kappingin verður liðug, sigur Svend Jacobsen, formaður í KÍ. Allan Joensen verður ikki við aftur í ár, men annars eru allir klaksvíkingarnir tøkir, eisini Pól Juul Vilhelmsen, sum var skaddur, tá HB vitjaði. Á
við frá byrjan sum framrættaður miðvallari í vinstru. Kasper L. Jacobsen, sum hesa ferð var framrættaður í høgru var í rangstøðu, tá sendingin av miðvøllinum fall í vinstra borð, Petur Hansen, sum hevur [...] tí, so hevði verið ilt at gitt, um tað nú var TB ella NSÍ, sum stríddist fyri at sleppa undan niðurflyting. Síðsti fótbóltsdysturin í Runavík í ár var vánaligur. Ferðin var lítil, spælararnir fluttu seg [...] noyddan at leypa út, men lukkutíð fyri tvørámenn, sum bæði inni á vøllinum og uttanfyri hildu ondini, brast royndin úr ikki so ógvuliga lítlum vinkli í vinstru í stólpan, og so spurdist ikki meiri burturúr.